Betri VK5 í Hoydølum

Burtur av asfaltinum og komið og rennið á øðrum lendi!

Leygarmorgunin 9.februar er fimta vetrarkappingin og aftur í ár renna vit í Hoydølum. Runnið verður á fløtuni framman fyri studentaskúlan, sum vanliga er grøn og vøkur, og inni í viðarlundini. Her er talan um øðrvísi renniundirlag, enn til hinar kappingarnar, tí so at siga bara nakrar metrar av asfalti verða undir fótunum. Og nú vit hava havt kava í fleiri dagar, er avbjóðingin enn størri.

Umframt at hetta er fimti partur av vetrarkappingini, er hetta eisini FM í lendisrenning.

Tey vaksnu renna 6 ferðir runt, 8 km,  og børnini renna somu rutu, 2 ferðir runt, sum er 2,6 km. Øll byrja samstundis kl. 11.

Í ár er tað soleiðis, at Studentaskúlin er afturlatin og tí ber ikki til at skifta har. Í staðin fyri eru vit sloppin í Fimi, sum er í Gundadali, beint við Tórsvøll. Har bjóða vit ein góðan drekkamunn aftaná og har verður heiðursmerkjahandanin eisini. Vit vilja heita á tykkum, at fara væl um og ikki at draga skitnu skógvarnar inn við 🙂

Øll kunnu vera við, sjálvt um tað eitur vetrarkapping og FM, so tað er bara at halda seg fram at og melda til inni á renn.fo áðrenn fríggjakvøldið kl. 23.00. Tilmeldingin kostar 50 kr fyri vaksin og 30 kr fyri børn og gjaldast skal við tilmelding. Meldast kann eisini til á staðnum leygarmorgunin frá kl. 10.00-10.30, men tá kostar tilmeldingin 100 og 50 kr og gjaldast skal við reiðum peningi.

Startnummur skulu heinast leygarmorgunin frá kl. 10 uttan fyri Studentaskúlan.

Vælkomin oman í Hoydalar