Góðu limir

Bragdið hevur aðalfund mikukvøldið 27.februar kl. 19.00. Fundurin verður í ÍSF húsinum. Fyri vali standa tríggir nevndarlimir, Ann, Niels og Rógvi. Ann og Rógvi hava hug at halda fram, meðan Niels velur at takka fyri seg.

Fundarskráin á aðalfundinum er hendan:

Val av fundarstjóra

Formaður sigur frá farna ári.

Framløga av roknskapi til samtyktar og status frá 1. jan. til aðalfundin.

Val av nevndarlimum og tiltakslimi.

Innkomin mál.

Framløga av fíggjarætlan og ætlanir fyri komandi ár.

Ymiskt

Mál, ið koma formanninum í hendi, skrivliga, seinast 7 dagar áðrenn fundin, verða viðgjørd.

Mál, ið koma formanninum í hendi eftir henda dag, kunnu verða viðgjørd á fundinum, um nevndin heldur hetta verða neyðugt.

Á aðalfundi kunnu lógaruppskot ikki verða viðgjørd ella lógarbroytingar gjørdar, uttan tær standa á fundarskránni, ið saman við uppskotinum skulu verða nevndini í hendi í seinasta lagi 2 vikur frammanundan aðalfundinum.

 

Vit vóna at nógvir limir møta og sum vanligt, bjóða vit ein góðan drekkamunn.