Meðan vit her heima halda vikuskifti, hendir mangt og hvat longri uppi fyri norðan. Har gongur ikki stillisliga fyri seg, tí ung í Bragdinum eru við í Stórmót 2019. Í Íslandi eru sera góðar umstøður at kappast í, tí har gongur alt fyri seg í innandura høll. So meðan tað er kalt uttandura, kappast tey í summarklæðum inni. Umstøður, sum vit her heima, ynskja okkum 🙂

Kappingin byrjaði leygarmorgunin og var ikki meira enn byrjað, fyrr enn góðu úrslitini komu. Persónlig met, bólkamet og føroyskt met, hvørt um annað.

M.a. setti Teresa F. Bláhamar flott føroyskt met í hæddarlopi við at leypa 1:56. Bára J. Glerfoss var 2 cm frá at klára Oyggjaleikakravið í trístøkk, fyri at nevna nøkur dømi.

Úrslitini frá vikuskiftinum eru her:

STÓRMÓT IR 2019 Innandurakapping Leygardag 19.01.2019 og sunnudag 20.01.2019
Íðkari Føðiár Disiplin Úrslit Dato
Óðin Jógvanson Glerfoss 2008 Hæddarlop 1.08 m 19. jan
Óðin Jógvanson Glerfoss 2008 Longdarlop 3.36 m 19. jan
Óðin Jógvanson Glerfoss 2008 60m 9.90 sek 19. jan
Óðin Jógvanson Glerfoss 2008 Kúla 5.76 m 19. jan
Jógvan í Lon 2008 Hæddarlop 1.13 m 19. jan
Jógvan í Lon 2008 Longdarlop 3.71 m 19. jan bronsa
Jógvan í Lon 2008 60m 9.73 sek 19. jan
Jógvan í Lon 2008 Kúla 7.16 m 19. jan bronsa
Jógvan í Lon 2008 600m 2.05,97 min 19. jan silvur
Eiri Jógvanson Glerfoss 2005 60m 7.93 sek 19.jan gull pm-bólkamet
Eiri Jógvanson Glerfoss 2005 Longdarlop 4.48 m 19.jan
Eiri Jógvanson Glerfoss 2005 60 m H 9.56 sek 20. jan gull
Eiri Jógvanson Glerfoss 2005 200m 25.53 sek 20. jan gull pm-bólkamet
Jónas Isaksen 2005 Longdarlop 4.93 m 19. jan silvur pm
Jónas Isaksen 2005 800m 2.19,21 min 20.jan gull
Jónas Isaksen 2005 400m 1.00,08 min 20.jan bronsa pm
Hans Erland Thomsen 2003 60m 7.62 sek 19. jan pm
Hans Erland Thomsen 2003 Længde 5.92 m 19. jan silvur
Hans Erland Thomsen 2003 400m 52.95 sek 20. Jan bronsa
William Helmsdal 2002 800m 2.17,55 min 19. jan bronsa
William Helmsdal 2002 Longdarlop 5.37 m 19. jan
William Helmsdal 2002 400m 57.66 sek 20. jan
Kristianna Skarpheðinsdóttir 2003 800m 2.43,26 min 19. jan silvur
Kristianna Skarpheðinsdóttir 2003 Kúla 7.03 m 19. jan
Bjørg Jensen 2003 60m 9.35 sek 19. jan
Bjørg Jensen 2003 Longdarlop 3.70 m 19. jan
Bára Jógvansdóttir Glerfoss 2003 60m 8.43 sek 19. jan pm
Bára Jógvansdóttir Glerfoss 2003 Longdarlop 4.73 m 19. jan
Bára Jógvansdóttir Glerfoss 2003 200m 28.03 sek 19. jan pm
Bára Jógvansdóttir Glerfoss 2003 Trístøkk 10.48 m 20. jan silvur pm-bólkamet
Teresa Bláhamar 2001 Hæddarlop 1.56 m 19. jan Før.met
Elisabeth Holm Simonsen 2001 60m 8.43 sek 19. jan
Elisabeth Holm Simonsen 2001 200m 27.88 sek 20. jan
Elisabeth Holm Simonsen 2001 Longdarlop 4.92 m 20. jan Oyl.klár
Margit Weihe fríðmundsdóttir 1999 200m 27.52 sek 20. jan
Margit Weihe fríðmundsdóttir 1999 Longdarlop 4.64 m 20. jan

Og her eru nakrar myndir, bæði hugnamyndir og kappingarmyndir: