So er triðja vetrarkappingin á skránni, Betri VK3, og hesa ferð skipa vit í Bragdinum fyri kappingini.  Runnið verður leygarmorgunin 1.december kl. 11.00.

Runnið verður bæði á asfalti og á gøtunum, í náttúruperluni rundan um Svartafoss. Startur og mál eru á Tórsbreyt. Øll eru vælkomin við, børn og vaksin. Ikki bara royndir rennarar, men øll, ið hava hug at renna. Børnini renna eitt umfar, uml. 3,2 km og tey vaksnu renna 10.6 km

Byrja verður  á breytini og síðani verður farið niðan til rundkoyringina á ringvegnum, framvið Magn og oman eftir ringvegnum. Snarast skal so  til vinstru eftir Hvítanesvegnum, inn eftir Skraddaragøtu yvir til Svartafoss og so oman móti Tórsbreyt. Rennast skulu 4 umfør og fjórðu ferð skal rennast inn aftur á Tórsbreyt á mál.

Vit bjóða ein góðan drekkamunn í Fimi aftaná renningina, har vit eisini handa heiðursmerkini. Í Fimi ber eisini til at skifta áðrenn renningina.

Start nummur kunnu heintast fríggjadagin millum kl. 15 og 17 í húsinum á Tórsbreyt og leygarmorgunin frá kl. 10.00 á sama stað.

Tilmeldingin er klár á renn.fo og meldast kann til á netinum til kl. 23.00 fríggjakvøldið, inni á renn.fo og har skal gjaldast við gjaldskortið. Er tað onkur, sum ikki hevur meldað til fríggjakvøldið, er seinasti møguleikin leygarmorgunin frá 10.00-10.30 og tá skal gjaldast við reiðum peningi.

Vælkomin við til VK3