So er fyrsta vetrarkappingin av átta, runnin, og sum undanfarin ár, var byrjað við “Runt Agnið”.

Bragdið var vælmannað við bæði royndum og óroyndum rennarum og fleiri, sum vóru við fyri fyrstu ferð. Vit skipa fyri felags busskoyring og tað er bæði hugnaligt og ger nakað gott fyri felagsskapin. Og so ber til at slappa av áðrenn krútið skal brúkast.

Rutan er ein av teimum hørðu, tí byrjað verður við einari góðari og drúgvari brekku. Eitt sindur av vindi var eisini, men tað skal til, um tað skal verða ein ordilig vetrarkapping.

Børnini runnu 5 km, men har kundi luttakartalið væl verið hægri. Ikki tí, vit áttu allar teir røsku dreingirnar, frá tí fyrsta til tann triðja. Hans Erland Thomsen, Bjarti og Rúni Samsynir Vang. Hetta eru teir, sum oftast møta til vetrarkappingarnar.

Øll úrslitini eru her:

Úrslitalisti deildur á bólkar runt Agnið 2018

Myndir eru her