Í dag hevur verið ein av teimum døgunum, har rennarar og renniáhugað hava sitið klistrað framman fyri skíggjarnar og skrivingin hevur verið av tí nógva, á sosialu miðlunum 🙂 Berlin Marathon hevur verið og í Keypmannahavn var ½ marathon, Copenhagen Half Marathon. Allarhelst hava aðrar kappingar verið, men hesar hava havt okkara áhuga. Fleiri Bragdarlimir hava luttikið í báðum støðum, hava sett persónligt met og onnur hava luttikið fyri fyrstu ferð.

Í Berlin gjørdi Cecil bart. Hann rann sítt 27´inda marathon og rann, sum hann sjálvur sigur, sína bestu tíðina á gamalsaldrinum, 2:46:40. Vit eru imponeraði! Cecil er ikki nakar ársungi, men hann rennur so sera væl.

Vit møta ikki ofta Cecil úti á asfaltinum ella á rennibreytini, tí hann venur mest innandura, men tó hevur hann runnið tey 25 undir 3 tímar. Til tvey marathon var tíðin omanfyri 3 tímar, men tað var tí at Cecil var skaddur.

Tann besta tíðin yvirhøvur, er 2:43:06 og tá var Cecil 40 ár. Sjálvur sigur hann, at tíðin í dag er tann relativt besta, um hugsað verður um aldurin. Í 2018 hevur Cecil runnið í Keypmannahavn, har tað var sera heitt og tá var tíðin um 2:50. Eisini rann og vann hann Tórshavn Marathon. Og í 2017 rann hann heili 4 marathon. So um vit gera alt upp, so hevur Cecil runnið undir 4 min í snitt, tá hann var í 30 unum, 40 unum og 50 unum.

Ikki er tað undarligt, at hesin friðarligi og siðiligi Skálamaðurin í Bragdinum, er maðurin vit síggja  upp til. Hjartaliga til lukku Cecil og sjálvt um vit ikki gerast yngri, so verður spennandi at vita, hvat næsta málið hjá tær verður.