Hetta vikuskiftið hevur verið eitt av teimum, við nógvum tiltøkum, bæði fyri vaksin og børn. Longu fríggjadagin var FM á breyt fyri børn og ung sett í gongd við rimarenning. Leygar- og sunnudagin var so hildið fram við øllum øðrum greinum innan frælsan ítrótt.

Sum vanligt seinna dagin, var skrúðgonga við øllum luttakararnum og síðani helt ÍSF forsetin røðu. Ein løta við hátíðarligum dámi.

Bragdið hevði íðkarar í øllum aldri og øll hava gjørt  sítt allarbesta í góða veðrinum, sum var hetta vikuskiftið.

 

 

Úrslitini frá vikuskiftinum eru í niðast á síðuni, men vit hava valt eina góða søgu burturúr. Teresa Bláhamar er kná í hæddarlopi og tað vita vit, sum fylgja við. Í dag var líka við at hon setti nýtt føroyskt met, tá hon royndi seg á 156 cm. Besta lopið var 154 cm, sum er hennara næstbesta lop nakrantíð og tað besta í ár.

 Til DMU, sum var seinasta vikuskiftið, tá Bragdarungdómur kappaðist í Hvidovre búnanum, fingu tey eyga á góðu evnini hjá teimum, tí nú eru boð eftir Teresu og Elisabet um at fáa tær at luttaka við í eini liðkapping, sum verður. Tað verður spennandi.

Kappingarnar enda altíð við boðrenningum og tá hesi “bittasmáu” renna runt breytina, við beinunum sum trummustikkarar, tá gerst man ikki sørt rørdur. Ikki tí, tað skal ikki takast nakað frá teimum størru, sum eisini ganga høgt uppí uppgávuna.

Tað er altíð stuttligt at verða áskoðari á Tórsbreyt og hetta vikuskiftið var einki undantak. Rigmor varpaði út, nú Hallur hevur takkað fyri seg, so tann parturin heldur líka professionelt fram, sum áður. Og hjálparfólkini tróta heldur ikki. Foreldur og avvarðandi hjálpa væl til, so alt skal ganga so smidligt, sum gjørligt. Nevndin í FÍF skipar fyri og tey renna, sum flugur í fløsku, so tíðin og reglarnar verða hildnar. Inni i teknikararúminum valdar eisini ein sannur kappingarandi, tí alt skal skrásetast til minstu detalju. Suppa, breyð og køka er eisini til hjálparfólkini, og tað syrgir matmóðurin Sørensen fyri, tí uttan mat og drekka, nyttar einki.

Øll úrslitini frá døgunum eru her:

http://fif.fo/wp-content/uploads/2018/09/FMU-2018-renning-1.pdf

http://fif.fo/wp-content/uploads/2018/09/FMU-2018-Rimarenning.pdf

http://fif.fo/wp-content/uploads/2018/09/FMU-2018-longdarlop.pdf

http://fif.fo/wp-content/uploads/2018/09/FMU-2018-h%C3%A6ddarlop.pdf

http://fif.fo/wp-content/uploads/2018/09/FMU-2018-b%C3%B3lt-leygardag.pdf

http://fif.fo/wp-content/uploads/2018/09/FMU-2018-k%C3%BAlustoyt.pdf

http://fif.fo/wp-content/uploads/2018/09/FMU-2018-spj%C3%B3t-leygardag.pdf

http://fif.fo/wp-content/uploads/2018/09/FMU-2018-klingra.pdf