Bragdið Top Run 2018 var fyri 16.ferð runnið leygardagin 8.sept. Samstundis sum renningin var, vóru nógv onnur tiltøk, m.a. fjallarenningin, sum óivað hevur tikið eitt sindur av luttakarum frá okkara tiltakið. Men tá avtornaði, var luttøkan á 30 og tey fingu øll eina ordans uppliving. Mjørki og támut, og so uppi á toppinum, á veg á mál, var útsýnið av tí fagrasta. Gandakent og vakurt á at líta, at orð vóru fátøk. Soleiðis er Føroyar 🙂

Byrjað varð í Kollafjarðardali og málið var á Sornfelli. Ein brekka, long og avbjóðandi, men ikki ómøgulig at knógva.

Fyrstur um málstrikuna var Pauli Johannesen úr Bragdinum. Tað er sættu ferð hann rennur við, men fyrstu ferð hann vinnur. Honum á bakið kom Einar Gregersen úr Treysti og triði maðurin var Sam Vang úr Bragdinum, sum hevur fleiri Top Run sigrar í skjáttuni. Tað var sera tætt millum teir fremstu, so tað hevur verið ein øgiligur kampur teirra millum á seinasta strekkinum, sum er absolutt tað harðasta.

Fyrsta kvinnan var Borgarhjørt Holm, Bragdið, sum rann fyri aðru ferð við í Top Run. Jónrit Dalsgaard, eisini úr Bragdinum, rann fyri fyrstu ferð og var nummar tvey, og triðja kvinnan var Petra Mikkelsen úr Roynsi.

Aftaná renningina bjóðaðu vit ein góðan drekkamunn inni í tunnlinum og har handaðu vit eisini heiðursmerkini.

Til hesa kappingina eru ofta fólk við, sum vit ikki síggja til aðrar kappingar. Soleiðis var eisini hesa ferð. M.a. vóru tveir Gregersen við úr Norðagøtu, og teir fingu 2. og 3. plássið í yngra bólkinum. Tann bólkin vann Einar úr Treysti og fyri at tað ikki skal verða lygn, so eitur hann eisini Gregersen. So har var Gregersen x 3 🙂

Myndir av vinnararnum:

Úrslitini, samlaði, vóru hesi:

Nr. Tíð Startnr. Navn Føðiár Bólkur Felag
1 00:49:26 472 Pauli Johannesen 1974 Menn 40+ Bragdið
2 00:49:39 475 Einar Gregersen 1995 Menn 14-39 ár Treysti
3 00:49:47 476 Sam Vang 1970 Menn 40+ Bragdið
4 00:49:56 479 Lau Jensen 1972 Menn 40+ Roysnið
5 00:51:29 482 Jónálvur Johannesen 1974 Menn 40+ Onki felag
6 00:53:14 487 John Egholm 1961 Menn 40+ Hvirlan
7 00:55:18 474 Bergur Gregersen 1994 Menn 14-39 ár Onki felag
8 00:57:32 470 Jan Matras 1966 Menn 40+ Treysti
9 00:58:08 489 Borgarhjørt Holm 1966 Kvinnur 40+ Bragdið
10 00:58:39 477 Karlo Bernt Nielsen 1946 Menn 40+ SGI
11 00:58:47 473 Per Martin Gregersen 1989 Menn 14-39 ár Onki felag
12 00:59:56 481 Bogi Bjarnason 1974 Menn 40+ Treysti
13 01:00:38 492 Kári Simonsen 1959 Menn 40+ Bragdið
14 01:01:10 490 Dan Kruse Thomsen 1970 Menn 40+ Bragdið
15 01:01:46 486 Jónrit Dalsgaard 1974 Kvinnur 40+ Bragdið
16 01:01:51 495 Brandur H. Funningsstovu 1976 Menn 40+ Onki felag
17 01:02:25 485 Emil Petersen 1972 Menn 40+ Onki felag
18 01:02:29 471 Steingrímur Ranghamar Hansen 1988 Menn 14-39 ár Roysnið
19 01:03:51 494 Niklas Restorff Jacobsen 1985 Menn 14-39 ár Onki felag
20 01:03:55 484 Henning Olsen 1957 Menn 40+ Roysnið
21 01:05:22 480 Petra Mikkelsen 1974 Kvinnur 40+ Roysnið
22 01:08:47 488 Robert Vilhelmsen 1951 Menn 40+ Bragdið
23 01:09:05 469 Tummas Anthoniussen 1964 Menn 40+ Treysti
24 01:09:55 497 Anna Maria Seloy 1964 Kvinnur 40+ Bragdið
25 01:12:17 498 Birita Samuelsen 1968 Kvinnur 40+ Bragdið
26 01:12:30 483 Heidi Jógvansdóttir 1972 Kvinnur 40+ Bragdið
27 01:17:34 491 Jan Egil Kristiansen 1958 Menn 40+ Onki felag
28 01:19:02 493 Ingrid B. Patursson 1958 Kvinnur 40+ Bragdið
29 01:22:52 496 Jónleyg Hansen 1973 Kvinnur 40+ Onki felag
30 01:30:42 478 Bárður Poulsen 1978 Menn 40+ Onki felag

Og her eru úrslitini býtt upp í bólkarnar:

Nr. Tíð Startnr. Navn Føðiár Bólkur Felag
1 00:58:08 489 Borgarhjørt Holm 1966 Kvinnur 40+ Bragdið
2 01:01:46 486 Jónrit Dalsgaard 1974 Kvinnur 40+ Bragdið
3 01:05:22 480 Petra Mikkelsen 1974 Kvinnur 40+ Roysnið
4 01:09:55 497 Anna Maria Seloy 1964 Kvinnur 40+ Bragdið
5 01:12:17 498 Birita Samuelsen 1968 Kvinnur 40+ Bragdið
6 01:12:30 483 Heidi Jógvansdóttir 1972 Kvinnur 40+ Bragdið
7 01:19:02 493 Ingrid B. Patursson 1958 Kvinnur 40+ Bragdið
8 01:22:52 496 Jónleyg Hansen 1973 Kvinnur 40+ Onki felag
1 00:49:39 475 Einar Gregersen 1995 Menn 14-39 ár Treysti
2 00:55:18 474 Bergur Gregersen 1994 Menn 14-39 ár Onki felag
3 00:58:47 473 Per Martin Gregersen 1989 Menn 14-39 ár Onki felag
4 01:02:29 471 Steingrímur Ranghamar Hansen 1988 Menn 14-39 ár Roysnið
5 01:03:51 494 Niklas Restorff Jacobsen 1985 Menn 14-39 ár Onki felag
1 00:49:26 472 Pauli Johannesen 1974 Menn 40+ Bragdið
2 00:49:47 476 Sam Vang 1970 Menn 40+ Bragdið
3 00:49:56 479 Lau Jensen 1972 Menn 40+ Roysnið
4 00:51:29 482 Jónálvur Johannesen 1974 Menn 40+ Onki felag
5 00:53:14 487 John Egholm 1961 Menn 40+ Hvirlan
6 00:57:32 470 Jan Matras 1966 Menn 40+ Treysti
7 00:58:39 477 Karlo Bernt Nielsen 1946 Menn 40+ SGI
8 00:59:56 481 Bogi Bjarnason 1974 Menn 40+ Treysti
9 01:00:38 492 Kári Simonsen 1959 Menn 40+ Bragdið
10 01:01:10 490 Dan Kruse Thomsen 1970 Menn 40+ Bragdið
11 01:01:51 495 Brandur H. Funningsstovu 1976 Menn 40+ Onki felag
12 01:02:25 485 Emil Petersen 1972 Menn 40+ Onki felag
13 01:03:55 484 Henning Olsen 1957 Menn 40+ Roysnið
14 01:08:47 488 Robert Vilhelmsen 1951 Menn 40+ Bragdið
15 01:09:05 469 Tummas Anthoniussen 1964 Menn 40+ Treysti
16 01:17:34 491 Jan Egil Kristiansen 1958 Menn 40+ Onki felag
17 01:30:42 478 Bárður Poulsen 1978 Menn 40+ Onki felag

Og her eru nakrar myndir:

Vit takka tykkum øllum, sum luttøku og vóna, at tit høvdu eina góða uppliving. Samstundis takka vit Bragdarlimunum fyri góða hjálp, og Tommy, húsavørðurin á Sornfelli, sum aftur hesa ferð var so beinasamur at verða hjástaddur, meðan renningin var.

Bragdið Top Run verður aftur í næsta ár.