Aftur í ár vilja vit bjóða øllum renniáhugaðum til eina góða og øðrvísi avbjóðing.

Leygardagin 8.september kl. 16.00 er startskotið til kappingina, Bragdið Top Run 2018. Byrjað verður, sum vit plaga, í Kollafjarðardali og runnið verður niðan á Sornfelli.

Rennirutan er av nógvum hildin at verða ein av teimum harðastu, tí sum fyriskipararnir plagdu at siga, at talan er bert um tað einu brekkuna, sum er nakað long, 9,8 km.

Karmarnir eru teir somu, sum undanfarin ár. Startnummur verða útflýggjað á Effo støðini í Kollafjarðardali og somuleiðis kunnu klæðir latast í ein bil, sum koyrir niðan á Sornfelli. Aftaná renningina sleppa vit inn í hølini at handa heiðursmerki og so bjóðar Bragdið rennararnum ein drekkamunn.

Eisini ber til at skifta í turr klæðir.

Tilmeldingin er klár inni á renn.fo, undir tilmelding. Haldið tykkum ikki aftur, men meldið bara til beinanvegin.