Sum vanligt, skipaðu vit í Bragdinum fyri Ólavsøkurenningini úti á Skálatrøð, tann 27.juli. Undirtøkan var góð og tað er altíð við eitt sindur av spenningi, um onkur luttakari kemur, sum ikki er eitt kent andlit og sum kann spæla rennararnum eitt puss. Og soleiðis var eisini hesa ferð.

Ein maður úr Belgia, skrivaði til okkum og vildi fegin melda til Ólavsøkurenningina. Hetta var fleiri vikur undan tilmeldingin var latin upp. Virkaði spentur og vildi fegin sleppa á tilmeldingarlistan. Og hann vísti eisini, hvat kann kundi. Mathijs Casteele vann Ólavsøkurenningina við tíðini 16:10, framman fyri vinnaranum í fjør, Signar Røsvik. Tíðin hjá Signari var 16:23. Peter Jensen, sum eins og Signar, umboðar Bragdið, kom á mál sum triðji maður við tíðini 17:37.

Tíðirnar hjá monnunum eru her:

Mathijs Casteele Menn (f.1973-2002) Onki felag 361 16:10
Signar Røsvik Menn (f.1973-2002) Bragdið 443 16:23
Peter Jensen Menn (f.1973-2002) Bragdið 298 17:37
Helgi Winther Olsen Menn (f.1973-2002) Onki felag 432 17:49
Regin Thomsen Menn (f.1973-2002) Roysnið 409 17:59
Dánjal Dahl Ljósheim Menn (f.1973-2002) Hvirlan 341 18:06
Magni Hansen Menn (f.1973-2002) Roysnið 311 18:19
Steffan Klein Poulsen Menn (f.1973-2002) Onki felag 371 18:46
Einar Gregersen Menn (f.1973-2002) Treysti 460 18:51
Tummas Napoleon Arge Menn (f.1973-2002) Hvirlan 307 19:15
Jonas Leissner Menn (f.1973-2002) Onki felag 377 19:18
Jónálvur Johannesen Menn (f.1973-2002) Onki felag 410 19:19
Jògvan Jacobsen Menn (f.1973-2002) Onki felag 310 20:02
Magnus Joensen Menn (f.1973-2002) Onki felag 398 20:11
Jógvan Egholm Menn (f.1973-2002) Onki felag 449 20:27
Dávið Michelsen Menn (f.1973-2002) Bragdið 378 20:29
Jan Kreuziger Menn (f.1973-2002) Onki felag 379 20:39
Elvar Wang Atlason Menn (f.1973-2002) Onki felag 417 20:46
Hans Andrias Gregoriussen Menn (f.1973-2002) Onki felag 373 20:52
Hilmar Hansen Menn (f.1973-2002) Onki felag 462 21:01
Rúni Seloy Menn (f.1973-2002) Bragdið 466 21:14
Hallur Onghamar Menn (f.1973-2002) Bragdið 358 21:23
Sølvar Michelsen Menn (f.1973-2002) Bragdið 312 21:31
Niclas Højgaard Eysturoy Menn (f.1973-2002) Onki felag 453 21:48
Henrik Johansson Menn (f.1973-2002) Onki felag 339 22:06
Hallur Stakksund Menn (f.1973-2002) Onki felag 438 22:16
Tonny Kjelnæs Menn (f.1973-2002) Onki felag 465 22:21
Súni Christiansen Menn (f.1973-2002) Onki felag 421 22:23
Sámal Einarsson Menn (f.1973-2002) Onki felag 464 22:28
Júst í Túni Menn (f.1973-2002) Treysti 301 22:31
Bogi Hermansen Menn (f.1973-2002) Onki felag 450 23:05
Sigurd Justinussen Menn (f.1973-2002) Onki felag 327 23:08
Mads Christensen Menn (f.1973-2002) Onki felag 401 23:17
Páll Holm Johannesen Menn (f.1973-2002) Onki felag 414 23:26
Jógvan Müller Menn (f.1973-2002) Onki felag 448 23:38
Martin Sivertsen Menn (f.1973-2002) Treysti 338 23:48
Jan Scheel Menn (f.1973-2002) Onki felag 422 23:51
Tummas Pauli Djurholm Menn (f.1973-2002) Onki felag 360 24:04:00
Lukasz Sutor Menn (f.1973-2002) Onki felag 344 24:10:00
Kristian Dam Menn (f.1973-2002) Onki felag 326 24:12:00
Andreas Sjóvará Menn (f.1973-2002) Onki felag 454 24:29:00
Ingvard Vang Menn (f.1973-2002) Onki felag 451 24:55:00
Yohan Andres Borđoy Menn (f.1973-2002) Onki felag 452 24:56:00
Jógvan Kristoffersen Menn (f.1973-2002) Onki felag 396 26:03:00
Hans Jákup Johansen Menn (f.1973-2002) Onki felag 463 26:04:00
Petur Mortensen Menn (f.1973-2002) Onki felag 367 27:15:00
Runi Jacobsen Menn (f.1973-2002) Onki felag 407 31:04:00
Kristian Martin Garðalíð Menn (f.1973-2002) Hvirlan 424 31:55:00

 

Veteranar menn:

 

Henry Olsen Menn veteranar (f.1963-1972) Bragdið 439 18:57
Hjalmar Sjóvará Menn veteranar (f.1963-1972) Bragdið 436 19:08
Heini Gregersen Menn veteranar (f.1963-1972) Treysti 461 19:21
Jean-Pierre Sibeijn Menn veteranar (f.1963-1972) Onki felag 317 19:50
Andrass Joensen Menn veteranar (f.1963-1972) 391 20:00
Herluf Jakobsen Menn veteranar (f.1963-1972) Bragdið 419 21:30
Guttorm Sørensen Menn veteranar (f.1963-1972) Treysti 458 22:13
Dan Kruse Thomsen Menn veteranar (f.1963-1972) Bragdið 357 22:26
Eyðun Eliasen Menn veteranar (f.1963-1972) 427 22:50
Terje Hansen Menn veteranar (f.1963-1972) Roysni 425 22:55
Petur Djurhuus Menn veteranar (f.1963-1972) 302 24:58:00
Matt Coughuan Menn veteranar (f.1963-1972) 389 27:26:00
Martin Jóanesarson Menn veteranar (f.1963-1972) Onki felag 359 27:36:00
Brynjálvur I. Johansen Menn veteranar (f.1963-1972) Onki felag 308 28:03:00

 

Superveteranar menn:

 

Bent Povlsen Menn superveteranar (f.1953-1962) Onki felag 323 19:26
Jósvein Herup Olsen Menn superveteranar (f.1953-1962) Bragdið 386 21:35
Hilmar Høgenni Menn superveteranar  (f.1953-1962) Bragdið 383 24:04:00
Jaime Ibarra Menn superveteranar (f.1953-1962) 331 24:43:00
Jógvan Olsen Menn superveteranar (f.1953-1962) Bragdið 446 24:44:00
Niels .M Jacobsen Menn superveteranar (f.1953-1962) Hvistan 437 25:08:00
Jørgen Andersen Menn superveteranar (f.1953-1962) 381
Jens R. Weihe Menn ultraveteranar (f.1930-1952) Frælsi 468 20:20
Gunnar Simonsen Menn ultraveteranar (f.1930-1952) Treysti 335 23:52
Jóannes Ortind Menn ultraveteranar (f.1930-1952) Bragdið 376 24:03:00
Óli Olsen Menn ultraveteranar (f.1930-1952) Bragdið 324 26:05:00
Krisjan Christiansen Menn ultraveteranar (f.1930-1952) Bragdið 355 26:08:00
Holger Arnbjerg Menn ultraveteranar (f.1930-1952) Bragdið 332 27:10:00

Hjá kvinnunum vann Rebekka Fuglø úr Treystinum við tíðini 18:05. Á øðrum plássi kom Sarah Vallin, Bragdið,  vælrennandi við tíðini 19:20 og á triðja plássinum var Valborg Heinesen, Bragdið, og sum býr í Danmark, við tíðini 19:50. Stuttligt var eisini at síggja Bjørk renna við aftur í ár. Hon býr eisini í Danmark, har hon lesur til tannlækna.

Kvinnuúrslitini eru her:

Rebekka Fuglø Kvinnur (f.1973-2002) Treysti 370 18:05
Sarah Vallin Kvinnur (f.1973-2002) Bragdið 299 19:20
Valborg Heinesen Kvinnur (f.1973-2002) Bragdið 343 19:50
Maria Biskopstø Kvinnur (f.1973-2002) Treysti 375 19:59
Bjørk Herup Olsen Kvinnur (f.1973-2002) Bragdið 387 20:24
Oddvør Josephsen Kvinnur (f.1973-2002) Treysti 374 21:18
Ann-Mari av Skarði Kvinnur (f.1973-2002) Bragdið 309 21:33
Anna Maria Joensen Kvinnur (f.1973-2002) 406 23:12:00
Kristianna Joensen Kvinnur (f.1973-2002) 404 23:17:00
Bjørg Nielsen Kvinnur (f.1973-2002) Bragdið 408 23:20
Petra Mikkelsen Kvinnur (f.1973-2002) Roysni 342 24:13:00
Astrid Sjóvará Kvinnur (f.1973-2002) Onki felag 459 26:48:00
Ritha Holm í Lágabø Kvinnur (f.1973-2002) Bragdið 390 26:55:00
Semona Fjallstein Kvinnur (f.1973-2002) Onki felag 340 26:58:00
Louise Østergaard Kvinnur (f.1973-2002) 369 27:14:00
Anna Rein Kvinnur (f.1973-2002) Onki felag 412 28:17:00
Meiken Olsen Kvinnur (f.1973-2002) Onki felag 395 30:06:00
Katrina Káradóttir Kvinnur (f.1973-2002) Onki felag 467 30:39:00
Bjørtfríđ Stakksund Kvinnur (f.1973-2002) Onki felag

 

Veterankvinnur her:

 

Rigmor Napoleonsdóttir Arge Kvinnur veteranar (f.1963-1972) Hvirlan 306 20:04
Hergerð Heldarskarð Kvinnur veteranar (f.1963-1972) Bragdið 399 21:20
Anja Perdomo Kvinnur veteranar (f.1963-1972) Bragdið 372 23:34
Heidi Jógvansdóttir Kvinnur veteranar (f.1963-1972) Bragdið 325 25:29:00

 

Mathijs er ikki ein og hvør. Spurdi hann, hvussu tað bar til at hann var komin hendan vegin. Kona hansara hevði leitað á netinum eftir onkrum ferðamálið og var komin fram á myndir úr Føroyum. Tey hildu at her var so vakurt og gjørdu tí av at koma við ryggsekki og telti. Ólavsøkurenningina hevði hann funnið á netinum eisini, tí hann plagar at renna, har tey ferðast. Hann kundi vísa á hesar tíðir: 14:24 á 5000 m / 30:08 á 10000m / 8:57 á 3000 m forðarrenning og belgiskur meistari í 2017  og 1 t 07 min á hálvum marathon. Hann sigur seg renna nógv, men er ikki professionellur rennari. Honum og konuni dámdi so sera væl í Føroyum og hann vil gera alt fyri at koma aftur her at renna, um fá ár, serliga til Tórshavn Marathon. Honum dámdi eisiniÓlavsøku rutuna sera væl, endaði hann samrøðuna við.

Aftaná renningina var ein hugnaløta fyri limir okkara við familju, og í ár vóru vit í Miðlahúsinum. Vit takka fyri, at vit kundu brúka frálíku hølini til eina góða løtu saman. Eisini skulu okkara limir hava eina hjartans tøkk fyri góða hjálp, undan, ímeðan og aftaná renningina. Kl. 20.30 var alt ruddað og beint burtur og so kundu vit øll gera klárt at halda Ólavsøku.

Føroya Bjór lat vatn og sodavatn til rennararnar og fruktin var frá PM Heilsølu og takk skulu tit hava fyri tað.