Kom í summarskúla áðrenn skúlin byrjar ordiligt! 🙂

Sum nakað nýtt, bjóða vit børnum í aldrinum 7-12 ár í summarskúla í august, 6.-10.august frá kl. 9-12!  Vit fara at renna, kasta og leypa og tað ger einki, um tú ikki hevur roynt tað fyrr. Til at hjálpa tykkum við øllum hesum, hava vit góðar og royndar ungdómsvenjarar.

So tað er bara at melda til, roynd, sum óroynd. Tað kostar einans 300,-kr fyri 5 dagar og tit melda til við at senda teldupost til hesa adressuna: bragdidsummarskuli@icloud.com

Upphæddin skal flytast á hesa konto: 6460 1795440,

Vit eru sera spent og gleða okkum at hitta tykkum øll.

http://bragdid.fo/wp-content/uploads/2018/07/summarskuli.pdf