Árliga Kvinnurenningin verður leygardagin 16.juni. Bragdið og Kvinna skipa fyri renningini.

Bragdið letur chipp til allar kvinnur, sum vilja hava eina skrásetta tíð. Ynskir tú ikki at tíðin skal skrásetast, so er ikki neyðugt at biðja um chipp, tí tað kann órógva skipanina, og tí er ikki neyðugt at stilla seg í røðina, har chippini verða útflýggjaði. 

Chippini kunnu heintast á Tórsbreyt frá kl. 14.30.

Tað ber til at fylgja við tíðini hóast alt, tí ein klokka stendur við málstrikuna. Ella gloym alt um tíðina og njót túrin. Í ár er rutan ikki bara á asfalti, men á gøtunum í vakra umhvørvinum við Svartafoss, viðarlundina í Hoydølum og út ímóti Boðanesi. Og so Yviri við Strond og niðan í miðbýin.

Tiltakið byrjar kl. 15.30 á Tórsbreyt. Barnavognarnir fara fyrst í ár og so fara rennikvinnurnar aftaná.

Góða Kvinnurenning 🙂