Nú eru ikki nógvir dagar eftir, til Atlantic Airways Tórshavn Marathon 2018 verður. Sunnudagin 3.juni kl. 13.00 fer starturin á Vaglinum og allur riðilin av rennarum og gongufólki fer avstað.

Men einki marathon uttan startnummar, og her er kunning um, hvar og nær tey skulu heintast.

Á torginum í SMS fríggjadagin kl. 14-18 og leygardagin frá kl. 12-16. Eisini fer Sport 24 at hava renniklæðir og útgerð á torginum og bjóða kundunum okkurt tilboð.

Náa tit ikki í SMS, so er seinasti møguleiki at heinta start nummarið í Snarskivuni, sunnumorgunin frá kl. 11.15.

Meira kunning er á heimasíðuni:

http://www.torshavnmarathon.com/