Leygardagin 5.mai var FM í ½ marathon norðuri í Klaksvík. Sum altíð, høvdu fleiri av okkara bláu Bragdarrennarum meldað til og settu sín dám á. Tó vóru fleiri av kvinnunum ikki við, sum plaga, orsakað av marathontúrum úti í stóru verð. Men Sarah Vallin, sum er svensk og hevur runnið við Bragdinum, saman við makanum, møtti upp. Hon er góður rennari og vann sannførandi við 10 minuttum framman fyri Astrid úr Roysninum. Tíðin hjá Sarah var 1:27:44. Men av tí at hon er svensk, kann hon ikki gerast FM vinnari og við tí heitinum fór Astrid so avstað við.

Hjá monnunum vann Cecil Weihe, eisini sannførandi, uttan nakra hóttan. Tíðin hjá honum var 1:21:53.

FM vinnararnir hjá kvinnuligu superveteranunum og mannligu ultraveteranunum, vóru eisini úr Bragdinum: Elisabeth Rasmussen og Jóannes Ortind.

Vit ynskja tykkum øllum hjartaliga til lukku við sigrunum. Eisini øllum hinum, verður ynskt hjartaliga til lukku.

Treysti plagar at býta eina rúgvu av heiðursmerkjum út, tí kappingin er býtt út í aldurbólkar við 5 árum ímillum. Har fingu fleiri av okkara limum heiðursmerki heim við og listin er niðanfyri:

NS ½ marathon

FM ½ marathon

Okkara ½ og 1/1 marathon nærkast og vit vóna, at luttøkan verður góð. Er tað onkur, sum ikki ætlar at renna, so er at bjóða seg fram at hjálpa til, tí vit hava brúk fyri øllum hugsandi kreftum. Børn kunnu gott hjálpa, men skulu verða saman við vaksnum. Tað er best at melda til á leinkinum her:

Hjálparfólk AA TM

Men longu komandi vikuskifti er kapping á Tórsbreyt, tá Betri Stórkappingin verður sett í gongd. Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka, eisini vaksin. Kanska er onkur, sum hevur hug at bjóða av?

Niðan fyri eru nakrar myndir, Jóannes Poulsen hevur tikið. Fleiri hundrað aðrar eru at finna á Facebook síðuni hjá Treysti.