Flaggdagsrenningin er eisini kapping millum virkir og í ár var einki undantak. Tey eru spent og alt verður gjørt fyri at vinna. Hjá monnunum vann Skálkur, Betri 1 var nummar tvey og Betri 2 var nummar trý. Hetta var fyrstu ferð, at Skálkur vann, so frøin var stór á monnum.

Hjá kvinnunum vóru Onk Amb vinnarar, nummar tvey gjørdist G4 ort og Blóðbankin var nummar trý. Allar starvast á Landssjúkrahúsinum. Tær hava verið óførar at manna lið, seinastu árini. Umframt at fáa heiðursmerki, fingu vinnandi liðini gávukort frá Bowling.

Aftaná renningina fingu øll frukt, sum PM Heilsøla stuðlaði okkum við og Føroya Bjór stuðlaði við vatni og sodavatni. Túsund takk fyri stuðulin.

Vit í Bragdinum takka fyri alla hjálp, undan, ímeðan og aftaná kappingina. Tað skulu nógvar góðar hendur til at fáa tiltakið at verða so gott, sum gjørligt og tíbetur hava vit fleiri í felagnum, sum altíð eru klár.

Her eru nakrar myndir av heiðursmerkjahandanini, tiknar við fartelefon: