Seinast í februar í ár, vóru Herluf Jakobsen og konan Sólrun, í Tokyo. Hetta var ikki nøkur feria, tí ørindini vóru greið! Herluf skuldi renna  Tokoyo Marathon. Hetta var ikki “bara” enn eitt marathon, men strembanin eftir at røkka seks teimum størstu. Og tað eydnaðist og Herluf kann tí verða sera errin av at hava runnið Six Majors Marathon, sum tann triði føroyingurin. Allir tríggir eru úr Bragdinum – hinir báðir eru Robert Vilhelmsen og Súni Jacobsen.

Tey marathon, sum verða nevnd seks tey størstu eru: Tokoyo, London, Berlin, Boston, Chicago og New York.

Herluf hevur vant miðvíst fyri at røkka sínum málið og er sera fegin, nú hann hevur fingið heiðursbrævið. Hann er av tí slagnum, at setir hann sær nakað fyri, so arbeiðir hann fyri sakini. Hetta merkja vit eisini í felagnum, har hann hevur verið í nevndini í fleiri ár og eisini hevur tikið sær av at skipa venjingina hjá teimum vaksnu. Nærlagdur, skilagóður og arbeiðssamur.

Hjartaliga til lukku við flotta heiðrinum, Herluf, og nú tú fert undir næsta málið, ynskja vit tær bestu eydnu.