Endabresturin í Betri Vetrarkappingini var leygardagin 17.mars í Runavík. Hetta var áttanda umfari og samstundis var kappingin eisini um, hvør vann FM heiti á 10 km teininum. Eirikur Hansen var fyrstur á mál og gjørdist fyri fyrstu ferð føroyameistari. Hetta var fimta ferðin at Eirikur vann av teimum seks kappingunum, hann hevur luttikið í. Hjartaliga til lukku Eirikur. Næsti maðurin var eisini úr Bragdinum, Peter Jensen, og var hann ein knappan minutt aftan fyri Eirik.

Hjá kvinnunum vann Rebekka Fuglø úr Treystinum og á øðrum og triðja plássinum komu tvær Bragdarkvinnur, Sarah Vallin og Duruta R. á Lofti.

Í bólkunum hjá børnunum og unglingum hava bara dreingir úr Bragdinum verið so trúfastir at møtt til kappingarnar. Allir eru synir hjá rennarum. Hans Erland, sonur Dan K. Thomsen, Rúni, sonur Sam Vang og Nils, sonur Eirik Hansen. Og teir vóru sjálvandi eisini við hesa ferð, har Hans Erland var tann fyrsti á mál.

Dagsins úrslit eru her

Eisini var gjørt upp, hvør vann samlaðu vetrarkappingina, bæði hjá einstaklingum og bólkunum. Bragdið hevur møtt væl upp til kappingarnar og tað ger sjálvandi mun. Eirikur vann samlaðu kappingina í opna bólkinum og hjá kvinnunum vann Ann-Mari av Skarði. Hjá veteranunum vann okkara Hjalmar Sjóvará og Ingun Sørensen úr Treysti. Hjá dreingjunum vann Hans Erland Thomsen, hjá superveteranunum vann Elisabeth Rasmussen, Bragdið  og Páll Vesturbú úr Hvirluni. Ultra veteranarnar vann Jóngerð Høgnesen, Bragdið og Jens Weihe, Frælsi.

Endaligu úrslitini eru at síggja á Facebook síðuni hjá FÍF: Frælsur Ítróttur Føroya.

 

Frágreiðing er inni á renn.fo og vit loyva okkum at leggja leinki her:

http://fif.fo/fif/eirikur-hansen-tok-alt/

http://fif.fo/fif/besti-vetrarrennarin-er-ur-nolsoy/

Myndir frá Jóannes Poulsen eru her

 

Vit ynskja tykkum øllum hjartaliga til lukku 🙂

Og so lata vit myndirnar tala fyri seg og sum vit síggja, so eru fleiri blá á myndunum.