Aðalfundur felagsins var hildin í ÍSF húsinum mánakvøldið 26.februar kl. 19.00

Hilmar Høgenni var fundarstjóri og tað uppgávuna kláraði hann til fulnar, aftur hesa ferð. Formansfrágreiðingin og roknskapurin fyri farna árið vóru kunngjørd. Eisini skuldi nevndin mannast við trimum fólkum, nú Sunneva, Rúni og Bjørg takkaðu fyri seg. Fýra fólk bjóðaðu seg fram: Ann-Mari av Skarðið, Anna Johannesen, Rógvi Johansen og Eyðun E. Jacobsen. Atkvøtt var og úrslitið gjørdist, at Eyðun og Ann-Mari komu í nevndina fyri Bjørg og Rúna, og Rógvi tekur sessin hjá Sunnevu, sum hevur valt at fara úr í úrtíð. Anna Johannesen verður tiltakslimur.

Nógv og gott kjak var á fundinum og serliga var gjørt vart við tey ungu og um framtíðar arbeiðið í felagnum. Tað man verða fyrstu ferð, at so nógv foreldur at íðkararnum og ungu íðkararnir sjálvir, møttu, og tað eru vit fegin um. Blandingin av ungu og eldru limunum var væl blandað.

Sum siður er, var lagkøka í steðginum og sjálvandi eisini okkurt sunt afturat.

Nevndin skipar seg á fyrsta fundinum.