So er aftur rennikapping og hesa ferð flyta vit okkum oman í Hoydalar at kappast. Burtur frá asfaltinum, til at renna lendisrenning. Hetta er bæði 5. vetrarkappingin og eisini FM í Lendisrenning. Bragdið er vertur, saman við FÍF, av tí at tað er FM.

Tilmeldingin er klár og gott hevði verið, um tit meldaðu til í góðari tíð.

https://bragdid.atgongumerki.fo/info?eventId=579361

Eins og undanfarin ár, er møguleiki at skifta og at fara í brúsu, og so bjóða vit ein heitan og góðan drekkamunn aftaná kappingina, meðan heiðursmerkini verða handað.

Vælkomin oman í Hoydalar 🙂