So var fjórða umfar av Vetrarkappingini runnið. Hesa ferð var startur og mál vesturi í Sørvági.

Sjálvt um bussurin frá MB Bussum var minni, enn hann plagar, so var úrtøkan har vesturi harafturímóti ordiliga blá og góð. Sum tað sæst á myndunum niðanfyri, so vóru fleiri Bragdarlimir á heiðursmerkjaskamlunum.

Vinnari hjá monnum var okkara Eirikur, sum var 2 og ½ minutt framman fyri næsta manninum, sum var Hjalmar úr Bragdinum. Og hjá kvinnum var Treysta Rebekka fyrst á mál. Gleðiligt er at síggja, at nøkur Bragdarbørn hava luttikið og vinnari hjá dreingjunum var okkara skjóti Hans Erland. Og tá tey, sum plaga at verða fyrst á mál, ikki eru við, so er tað hugaligt at onnur eisini kunnu fáa heiðursmerki. Tí tað eru nógvir ótroyttiligir rennarar, sum eru við kapping eftir kapping og sum eru við fyri felagsandan og upplivingina. Og tá er gott at fáa viðurkenning fyri stríðið. Hjartaliga til lukku tit øll somul, “gomul”, sum nýggj heiðursmerkjaandlit 🙂

Úrslitini eru her:

http://fif.fo/wp-content/uploads/2018/01/urslit_vk4_2018.pdf

Og her eru myndir av vinnararnum, sum Hilmar Høgenni hevur tikið.