Føroya kulasta, skrivar Roysni á teirra heimasíðu, at teirra hálvmarathon var, og tað var púra rætt, tí leygardagin var kalt at renna ársins fyrstu rennikapping. Luttøkan var góð og á mál komu einir 80 rennarar. Rutan var broytt í mun til undanfarin ár, tí hesa ferð var byrjað við skúlan í Funningsbotni og málið var við ítróttarhøllina í Runavík. Næsta ár verður rutan nokk broytt soleiðis, at endað við Skúlan við Løkin. Men tað hoyra vit nokk um til tað tíð.

Duruta vann og setti persónligt met. Valborg var beint í hølunum á henni, so nær at tíðin hjá Durutu var 1:33:07 og hjá Valborg var tíðin 1:33:08, so her var rættiliga tætt og spennandi. Og hjá monnunum vann Andrias við næstan einum minutti aftur til Cecil. Andrias hevur runnið skjótari til okkurt annað hálvt marathon, men sum hann sjálvur sigur, so hevur hann tikið sær av løttum, síðani hann rann marathon í Valencia.

Her eru myndir av bólkavinnararnum og sum sæst, er Bragdið umboðað í øllum bólkunum: Elisabeth og Anna Sofía, superveteranar, Andrias í yngra bólkinum, Valborg og Ann-Mari í yngra bólkinum, Hjalmar og Niels í veteranbólkinum, Kári sum superveteranur og Duruta og Ann í veteranbólkinum.

Aftaná renningina var drekkamuður við nýbakaðum vaflum og heiðursmerkjahandan í Bylgjuni. Og sum altíð, var hetta ein hugnalig løta og gott at fáa hitan, aftaná ein kaldan túr.

Takk fyri eitt væl fyriskipað tiltak, tit í Roysninum og takk fyri okkum.

Øll úrslitini eru her:

http://roysnid.com/wp-content/uploads/2018/01/nyggjarshalvmarathon2018.pdf

Og myndirnar, sum Jóannes Poulsen hevur tikið, eru her:

https://photos.google.com/share/AF1QipPkRCOxb7BC5lLmoEG10WK2ElXu2_5zJHIpwehfpvzI46KX9hvheVzsFCIAPd-nmg?key=Q0RKQWY3QnZScFphclB1aGRMbm5VR21uNDBmZnp3

Næsta kapping er í Vágunum leygardagin 13.januar, VK 4, har øll kunnu renna við og vikuskifti aftaná fara ung úr Bragdinum til Íslands at kappast. Hetta fara vit at hoyra meira um seinni.