Í dag, 21. december, er stytsti dagur og so gongur aftur hin vegin, móti ljósari tíðum. Enn mugu vit brynja okkum við toli og renna við  endurskini, so vit síggjast. Men áðrenn vit vita av, so er ljósa tíðin her og vónandi eisini mildari veður.

Jólini standa fyri durum og sum siður er, renna vit 2. jólamorgun kl. 9.00 og tá bjóða vit øllum okkara limum at renna til jólatrøini í býnum. Hetta er ein hugnalig og stuttlig renning, har øll kunnu renna við. Rutan er frá Tórsbreyt út á Norðasta Horn og har frá oman til jólatræið við Eikina. Síðani verður runnið til jólatræið úti við pylsuvognin á kajuni, niðan á Kongabrúnna, Vaglið, Hoyvíkar Skúla og jólatræið í Lítla Gili og síðani oman aftur á Tórsbreyt. Renna vit framvið onkrum øðrum træi, dansa vit eisini um tað. Tí vit dansa og syngja rundan um øll trøini. Tað ber væl til at renna styttri, so tað passar til tað, ein orkar.

Komin aftur á Tórsbreyt, er ein drekkamuður at fáa. Bragdið bjóðar te og kaffi og so er ætlanin at øll, sum koma við, hava okkurt smávegis etandi við. Ikki tað heilt stóra, men bara okkurt til eina hugnaliga løtu. Minnist til at hava turr klæðir at skifta í, tí tað kann gott verða kalt aftaná túrin.

Vit gleða okkum at síggja tykkum øll.

Og jólaaftansmorgun kl. 10.00 er kirkjurenning, sum Hvirlan skipar fyri. Bragdið plagar at møta væl upp og her kunnu øll eisini renna við. Runnið verður til kirkjurnar í býnum og hvør einstakur ger av, hvussu langt runnið verður.