Atlantic Airways Tórshavn Marathon 2018

Tað eru nakrar vikur síðani, men her er tíðindaskrivið, tá stuðulsavtalan var undirskrivað.

Atlantic Airways høvuðsstuðul hjá Tórshavn Marathon

Tórshavn Marathon broytir navn til Atlantic Airways Tórshavn Marathon 2018. Atlantic Airways og ítróttafelagið Bragdið hava gjørt samstarvsavtalu og føroyska flogfelagið er nú høvuðsstuðul hjá Tórshavn Marathon, sum seinastu 15 árini hevur verið hildið í og kring Tórshavn.

Føroyska flogfelagið var eisini við til at seta marathonrenningina í gongd og var høvuðsstuðul fyrstu fimm árini frá 2003 til 2007. Sostatt leitar marathonrenningin í høvuðsstaðnum aftur á slóðina.

“Áhugin fyri at koma til Føroya at renna marathon er vaksandi ár eftir ár, og hetta er eitt tiltak, ið dregur nógvar útlendingar og ferðafólk til Føroya. Tí eru vit errin av aftur at vera vorðin partur av hesum tiltaki, sum er sera jaligt – bæði sæð frá einum heilsufremjandi høpi, men sanniliga eisini frá einum ferðavinnuligum høpi. Atlantic Airways Tórshavn Marathon er jú við til at varpa ljós á og marknaðarføra Føroyar sum ferðamannaland, og tí gevur tað góða meining hjá okkum at vera ein partur av hesum tiltaki,” sigur Árni Olsen, sølu- og marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways.

Í fjør luttóku millum 600-700 føroyingar og útlendingar í marathon, hálvmarathon og gangihálvmarathon. Í ár verða tey væntandi enn fleiri. Fyriskipararnir í Bragdinum fegnast tí eisini um stuðulsavtaluna:

Fyri okkum er tað týdningarmikið at fáa ein virknan høvuðsstuðul, sum kann vera við til at marknaðarføra tiltakið og menna teir møguleikar og samstørv, sum liggja í Atlantic Airways Tórshavn Marathon; kanska serliga innan ferðavinnuna. Undirtøkan hevur verið nógv vaksandi tey seinastu árini. Tí er neyðugt við einum sterkum viðrennara, tí tað skulu bæði pengar og fólk til at fyriskipa Atlantic Airways Tórshavn Marathon, sum er tað størsta, staka ítróttartiltakið, sum Bragdið skipar fyri. ” sigur Allan Dalsgarð hjá Bragdinum.

Atlantic Airways Tórshavn Marathon verður 3. juni 2018.