So er tíðin komin til menninar!

Ert tú mannfólk og orkar tú ikki so væl at ganga ella renna? Er tað strævið at ganga í trappum? So er at lata teg í skógvarnar og møta á Tórsbreyt mikudagin 1.november kl. 17.00. Tá eru Hilmar Høgenni og Arnfinnur Helmsdal klárir at venja við tykkum.

Allir menn kunnu koma við, líka mikið hvussu illa tit orka. Venjingin er tvær ferðir um vikuna. Mikudagar kl. 17.00 og leygarmorgnar kl. 8.30. Byrja verður heilt varliga og ferðin er ikki skjótari enn 6 min fyri hvønn kilometur – allarhelst seinni enn tað. Endamálið er at koma í betri form.

Ikki er neyðugt at melda teg sum lim beinanvegin. Kom bara við fyrst og finn út av, um hetta er nakað fyri teg og so finna vit út av limahaldinum seinni.

Hilmar og Arnfinnur eru klárir! Eru tit?

Síggjast mikudagin 1.november kl. 17.00 á Tórsbreyt.