Í dag hildu vit føðingardag. Ikki ein vanligan føðingardag og tó! Dagurin byrjaði kl. 17.00 á Tórsbreyt, har forkvinnan bjóðaði vælkomin og ynskti øllum til lukku. Og tá onkur skeyt upp, at vit skuldu syngja føðingardagssangin fyri Bragdinum, tóku øll undir við tí og so fingu vit staðfest, at sangrøddirnar hava limirnir góðar.

Sum tað sømir seg fyri eitt rørslufelag, var ein rennitúrur næsti partur av føðingardegnum. Vakurt var at síggja ein stóran bláan flokk av rennarum oman gjøgnum býin. R.C. Effersøesgøta, undir Glaðsheygg, Áarvegin, niðan eftir N.Finsensgøtu og so niðan til ÍSF húsið eftir Hoydalsvegnum, var rutan í dag.

Og í ÍSF húsinum var tað akkurát, sum tað eigur, tí har bjóðaði Bragdið lagkøku, sjokolátu, frukt og nøtir afturvið einum te- ella kaffimunni. Heðin Mortensen, sum er íðin rennari, kom at vitja og helt eina røðu. Eisini kom Jákup Simonsen vegna Tórshavnar Kommunu og handaði okkum eitt blómutyssi. Tær frá Kvinnu og Sansum komu við einum bláum blómutyssi, sjálvandi 😉 og formaðurin í Hvirluni kom eisini inn á gólvið og hevði eina gávu við. Ein hugnalig løta, saman við nógvum góðum fólkum.

Myndirnar hevur okkara Tórvør tikið og tær tala fyri seg.

Nú er so at skunda sær at gjalda til veitsluna, sum verður 11.november. Seinasta freist er 4.november, men sjálvandi ber til at flyta upphæddina beinanvegin. Teir upplýsingarnir eru aðra staðni á heimasíðuni.

Takk fyri løtuna í dag.