Týsdagin 17.oktober eru 70 ár síðani Bragdið av fyrstan tíð varð stovnað. Hetta fara vit at hátíðarhalda og bjóða øllum okkara limum í føðingardag á Tórsbreyt týsdagin kl. 17.00.

Føðingardagurin byrjar ikki sum aðrir føðingardagar, tí vit bjóða tykkum fyrst at renna ein róligan túr gjøgnum býin, so vit bæði vísa Bragdið fram og seta fokus á rørslu og fólkaheilsu. Vit renna frá Tórsbreyt, oman eftir R.C. Effersøesgøta, undir Glaðsheygg, framvið Café Natúr og so eftir Áarvegnum niðan gjøgnum býin og so eftir N.Finsensgøtu. Av tí at veðrið er ivasamt, fara vit í ÍSF húsið, har Bragdið bjóðar frukt, lagkøku og drekkamunn.

Vónandi møta tit fjølment til eina hugnaliga løtu saman við okkum øllum.