Vikuskiftið, sum er farið afturum, var eitt av teimum hendingaríku á Tórsbreyt, tí leygardagin og sunnudagin var FM fyri ung. Veðrið var ikki so galið, nú vit eru í september mánaða, men eitt fitt lot var serliga sunnudagin, sum ávirkaði so mikið, at ikki øll lop blivu góðkend. Og í spurtunum var eisini fitt av mótvindi.

Men líka mikið, so koyrdu tey á! Synd at ikki fleiri áskoðarar leggja sær leiðina fram við Tórsbreyt, tí tað er sera hugaligt at hyggja eftir okkara ungu íðkarum, sum leggja alt fyri. Tey venja úti, so at siga, alt árið og í øllum veðrið.

Sunnudagin var skrúðgonga við øllum feløgunum, sum vóru við og tað var ein hátíðarlig løta at síggja øll marsjera inn eftir grasvøllinum. Annika Olsen, borgarstjóri, helt røðu og setti kappingina í gongd.

Bragdið var væl umboðað og úrslitini eru her:

http://fif.fo/wp-content/uploads/2017/09/%C3%9Arslit-FMUng2017.pdf

Og her eru nakrar myndir, tiknar við fartelefon sunnudagin:

Eingin venjing er í einar 3 vikur fram, men so fer alt í gongd aftur.