Leygardagin 26.august var Schengen økið karmur um eitt ordans rennitiltak. Í samstarvi við Faroe Express, skipaðu vit fyri stafettini, sum varð kallað Faroe Express Stafettin. Hetta er rennikapping fyri arbeiðspláss og liðini kunnu verða við mannfólkum, konufólkum ella blandað lið. Peningurin, sum kemur inn, fer til barna- og ungdómsdeildina í Bragdinum og tað vóru tey, sum skipaðu fyri og samráddust við Faroe Express.

Tilmeldingarskipanin var opin í fleiri vikur, men tað var ikki fyrr enn beint upp undir renningina, at glið kom á og tað raplaði inn við liðum, sum vildu renna við. Føroyingum so líkt! Helst skal alt verða í seinastu løtu. Hetta ørkymlar mangan okkum, sum fyrireika, men sum frálíður, venur man seg við, at soleiðis er tað bara her. Tá dagurin upprann og øll høvdu runnið, komu 121 lið á mál. Á hvørjum liðið vóru trý fólk, so tilsamans vóru 363 luttakarar. Tað stuttliga við hesari kappingini er, at liðini eru samansett upp á ymsar mátar. Summi lið vilja vinna og hava sterkastu manning, onnur eru við fyri at stuðla og so øll hini, sum er mitt í millum. Hvør luttakari á liðnum skal renna 3 km og ein rennur í senn. Tilsamans rennur liðið 9 km. Hesa ferð vóru eisini gongulið meldaði til og tá fóru allir tríggir luttakararnir til gongu í senn og gingu 3 km.

Veðrið var av tí allarfagrasta og lagið var í topp. Faroe Express hevði gjørt rættliga nógv burturúr. Ikki bara hendan leygardagin, men í nógvar vikur frammanundan høvdu tey fyrireikað, marknaðarført og roynt at fingið fólk við til tiltakið. Og alt eydnaðist so sera væl. Renningina, upphitingina og tíðtakingina tók Bragdið sær av, men øllum hinum, og tað var ikki smávegis, hevði Faroe Express um hendi. Undirhald við orkestrið og  DJ, tú kundi síga, drekka, eta og flenna. Tí partinum tók Finn Johannesen sær av.

Vinnararnir í hvørjum bólki fingu skreytlut og nummar eitt, tvey og trý fingu heiðursmerki.

Vit gleðast um samstarvið við Faroe Express og síggja fram til at taka eitt tørn afturat.  Tí Faroe Express Stafettin 2018 er longu sett í álmanakkan. Tann 25.august renna vit aftur niðri á Schengen økinum, so nú er eitt ár til at koma í røttu venjing.

Her eru úrslitini:

http://app.lap.io/event/2017-faroe-express-stafettin/results

Og her eru fleiri myndir:

https://www.facebook.com/stafettin/?fref=ts