Í góðveðrinum í dag, 27.juli, skipaðu vit fyri Ólavsøkurenning. Úrslitini eru her:

https://app.lap.io/event/2017-olavsoekurenning/results?category=RACE-5Km

Myndir, sum Absalon Hansen hevur tikið, eru at síggja niðan fyri her!

Vit í Bragdinum takka fyri luttøkuna og ikki minst eina hjartans tøkk til tykkum øll, sum sjálvboðin altíð hjálpa til og gera alt so nógv lættari hjá okkum. Vit ynskja øllum limum við familju og annars øllum føroyingum eina góða Ólavsøku.

Vit eru at síggja til Ólavsøkuskrúðgonguna í dag!