Nú er nakrir dagar farnir, síðani ítróttarfólkini takkaðu fyri seg á Gotlandi og vendu nøsini heimaftur. Frælsur ítróttur var væl umboðaður og sum tað bæði er skrivað og tosað, kláraðu tey seg væl. Hópurin var ungur og ikki øll komu heim við heiðursmerkjum, men tey settu bæði føroysk og persónlig met. Og fyri tey hevur hetta heilt víst verið ein stór uppliving.

FÍF var væl umboðað á leikunum og nógv er skrivað á renn.fo. Vit loyva okkum at vísa til leinki her:

http://fif.fo/

Úr Bragdinum vóru tríggjar kvinnur við: Marna Egholm, Margit Weihe Frímundsdóttir og Elisabeth Holm Simonsen. Margit og Elisabeth vóru við fyri fyrstu ferð. Tær báðar hava vant frælsan ítrótt í fleiri ár og nógv tað mesta uttandura í øllum hugsandi veðrið. Ágrýtnar og hugagóðar eru tær og vit í Bragdinum eru sera errin av øllum tí, sum lagt verður í venjingina. Bæði hjá teimum og ikki minst venjararnum. Og Marna, hon hevur so sanniliga víst, hvat hon stendur fyri. Eitt met fyri og annað eftir, hevur hon tikið, síðani hon bleiv kend, sum rennari.

Á okkara Facebook síðu, Ítróttarfelagið Bragdið, hava vit lagt ymiskt út, meðan leikirnir vóru. Og her er nakrar myndir:

Og hetta vikuskiftið hevur aftur verið kapping í frælsum ítrótti, hesa ferð í Gøteborg til VU-Spelen á Ullevi Stadium. Har hava eisini fleiri úr Bragdinum luttikið og her er ein mynd, tá tey fóru avstað.