Bragdið og Kvinna samstarva um Kvinnurenningina. Í ár, var renningin flutt fram til 10.juni. Tey seinastu árini hevur renningin verið í august, men hetta var so ein roynd at vita, um fleiri meldaðu til. Gávuposarnir vóru uppi, 1500 íalt, men tað bar til at melda til renningina, tá start nummurini skuldu heintast. Sostatt blivu tað til 1600 tilmeldingar! Og tað er so nógva tann størsta renningin í Føroyum yvirhøvur, og bara við kvinnum í øllum aldri.

Ringt er at finna ein leygardag við ongum tiltøkum, tá summarið í Føroyum er so stutt. Sama vikuskiftið var Country Festivalur í Vágunum, og kanska tað hevur gjørt sítt til, saman við veðrinum, at ikki allar møttu. Ikki tí, tá upphitingin fór í gongd, var fjøldin bæði stór og litføgur. Tær hava tikið tað til sín, at man verður ongantíð so vátur, at man ikki tornar aftur 🙂 Lagið var í topp og tá komið var oman á Vaglið, har málið var, var ein øgilig málageipan við látri og tí sum har hoyrir til. Í ár var ein ruta afturat hinum báðum, 2,5 og 5 km, og tað var 7,5 km. Tær, sum runnu tað rutuna, runnu í økinum við Skógrøktina og í viðarlundini við Hvítanesvegin. á Vaglinum var lýtt og so at siga turt.

Kvinna skipaði fyri myndatøku og røðin var long, men tað gekk skjótt fyri seg. Smíl og hygg og so var tað liðugt. Poul Hansen stuðlaði við bananum og Damfar við vatni. Ymiskir handlar og fyritøkur stuðlaðu við lekrum vinningum og tað er siðvenja, at ert tú ikki har og nummarið verður trekt, so vinnur tú ikki. Har vóru nógvar kvinnur, sum fóru smílandi heim við vinningum.

Sigrun Brend stýrdi øllum við mikrofonini, Tema Radio syrgdi fyri at ljóðið riggaði á Tórsbreyt og niðri á Vaglinum. Jan og Niels skipaðu soleiðis fyri, at allar fingu eina chipp tíð og Damfar bilurin var klædnadepot. Ruddingarliðið, samansett av fleiri góðum monnum í Bragdinum, við Hilmari, Herluf og Niels á odda, settu upp og tóku niður og meðan ruddað varð, komu fleiri aðrar góðar kreftir og hjálptu til.

Takk tit øll fyri góðu hjálpina. Vaktarfólk runt á rutuni, sum mangan fáa skolur oman yvir seg, Jósvein, Niels og Hjørtur, sum serveraðu vatn á 5 km rutuni, Herluf sum gjørdi ruturnar klárar og chipp damurnar, sum í regninum býttu chipp út. Øll eru ikki nevnd, men tit skulu í hvussu so er vita, at vit seta sera stóran prís uppá at tit rætta okkum eina hjálpandi hond. Og alt gera tit ókeypis!

Nú er friður eina løtu, hvat kappingum viðvíkur. Ólavsøkurenningin verður, sum vanligt, niðri á Skálatrøð tann 27.juli.

Vegna okkum í nevndini

Ann