Í nøkur ár, hevur ein kekkur frá Elektron staðið upp á spæl, til marathonrennaran, sum setti met til Tórshavn Marathon. Seinast met varð sett, var í 2004, tá Cecil Weihe úr Bragdinum kom á mál við tíðini 2:49:06 og tað skuldu ganga øll hesi ár, áðrenn metið varð tikið aftur. Hesa ferð var tað týskarin Raoul Jankowski, sum var skjótastur og tíðin hjá honum var 2:44:48.

Umframt at fáa ein kekk frá Elektron, lat Sportigan í SMS startnummar til Amsterdam Marathon, bæði til vinnandi mannin og kvinnuna.

Bragdið takkar Elektron og Sportigan fyri stuðulin.

Danska Louise, vann hjá kvinnunum og fekk eisini start nummar til Amsterdam Marathon