Nú, tveir dagar aftaná Tórshavn Marathon, og gerandisdagurin byrjar við fullari ferð í morgin, kunnu vit líta aftur á leygardagin.

Fyrireikingarnar til marathon í ár, byrjaðu beint eftir marathon í 2016. Aftaná eftirmetingarfundin var greitt, at vit heldur ikki í ár kundu hava Tórshavn Marathon sama dag, sum mentanarnáttin er. Tað var jú tað, sum gjørdi, at vit fluttu oman aftur í býin. Eisini broyttu vit rutuna soleiðis, at hon er næstan tann sama, sum hon var, inntil fyri tveimum árum síðani. Hetta tí at tað er munandi lættari at manna vaktpostarnar, sum ikki eru líka nógvir, sum tá rutan var inni í býnum og runnið var út á Argir.

Leygardagurin upprann og veðrið var av tí allarfagrasta, og tá er alt so øgiliga nógv lættari. Sólin bakaði og tað var heitt at renna. Tó var fitt av mótvindi, tá runnið var úr Kaldbaksbotni til Havnar. Metluttøka var aftur í ár og útlendingar leggjast afturat á hvørjum árið. Tosaði við fleiri av útlendingunum, sum allir róstu okkara vøkru náttúru og friðsæluni inni í Kaldbaksbotni og til Kaldbak. Hetta er ikki ein skjót ruta og tað vita øll, sum renna Tórshavn Marathon, men tey fáa so øgiliga nógv annað burturúr. Brekkurnar eru nógvar og tungar, men tað at møta einari ær við lombum, tað síggja tey ikki í øðrum londum. Ein var so himmalsfegin, tí lombini harafturat høvdu jarmað til hana! So tað, sum vit taka fyri givið, seta tey stóran prís uppá. Orðatakið sigur jú, at gløgt er gestsins eyga.

Vinnararnir á marathon teininum vóru útlendskir, Raoul úr Týsklandi og Louise sum er donsk, men umboðaði eitt norskt felag. Mannligi ½ marathon vinnarin var Italiumaður, men føroyska Valborg vann ½ marathon. Úrslitini eru í aðrari grein á síðuni.

Eisini var gongu ½ marathon og har vóru nógvir luttakarar aftur í ár. Stuttligt er at fylgja við, tí í ár runnu fleiri av teimum, sum gingu í fjør. Og til Fólkaheilsurenningina, sum spakuliga veksur aftur, vóru eisini fleiri við.

Hetta er eitt av okkara mest umfatandi tiltøkum. Tað, sum krevur mest fyrireiking og hjálparfólk. Alt skal hanga saman og við góðum kreftum, so koyrir tað. Vit fáa eisini fleiri royndir og læra av okkara mistøkum. Hetta var 15. ferðin Tórshavn Marathon var runnið og gongur alt, sum ætlað, so verður tað 16. eisini runnið í 2018.

Nógv eru tit, sum vit vilja takka! Øll tit, sum sjálvboðin hjálpa til, líka frá at lata tilmeldingina upp og til at stongja, tá úrslitini eru komin út og alt sum hendir í millum. Tíðtakingarbólkurin við Jan og Svend Åge á odda, sum ikki síggjast ella hoyrast, men sum gera tað týdningarmesta arbeiðið. Tey, sum pakka startnummur, býta tey út og greiða frá, seta básar upp og taka niður, gera máløkið klárt og verða á málinum undir renningini. Taka ímóti teimum, sum koma á mál, baka til luttakararnar og taka sær av at borðreiða fyri teimum. Øllum tykkum upp ímóti 100 fólkum, sum standa úti á rutuni og hjálpa til. Alt sjálvboðið arbeiðið, sum vit seta stóran prís uppá. Ikki at gloyma tykkum í okkara felagið, sum altíð eru klár at hjálpa til, skulu eisini hava eina tøkk. Tit í nevndini og fyrireikingarbólkinum, sum hava gjørt eitt megnar arbeiðið, og ikki minst Herluf! Hann skal hava eina so hjartans tøkk fyri at halda í oyrunum á okkum og at tíma so væl at blíva við at fyrireika. Eisini Hallur, sum so snildisliga vegleiddi og gjørdi sítt arbeiðið til UG á Vaglinum, var gull verdur. Og øll tit, sum ikki síggjast ella hoyrast, tit skulu hava eina hjartans tøkk.

Uttan stuðlar, ber tað heldur ikki til at stápla eitt so stórt tiltak upp á beinini. Samstarvið við Tórshavnar Kommunu, Landsverk, Politii, Krabbameinsfelagið, H71, Visit Faroe Island, Poul Hansen, Poul Michelsen, Damfar, Fóm, Føroya Bjór, Samarittarnar og myndamannin, Ólav Frederiksen frá FaroePhoto. Súkklararnir frá Rynkeby,  Elektron, Atlantic Airways, SMS, Sportigan, Birgir Enni og Niels L. Arge. Kaldbaks- og Hvítanesfólk fyri tykkara tol og stuðul. Túsund takk tit øll 🙂

Og so tað stuttligasta og mest rørandi av øllum! Boðanesheimið fekk ein fyrispurning frá Bragdinum og tað var ikki meira enn hálvtalað orð, so vóru tey til dystin fús. Tey høvdu gjørt uppsløg á altanurnar, eldru brúkararnir vórðu koyrd út og við fløggum og larmandi floytum og øðrum, settu tey sín dám á. Ein sera rørandi løta, bæði fyri búfólkini, starvsfólkini og ikki minst øllum rennararnum. Fantastiskt tit – tit rula 🙂

Aftaná kl. átta á kvøldið, sá tað næstan ikki út til at hava verið so nógvur aktivitetur frá Vaglinum til Kaldbaks og aftur. Ruddingarliðið hevði koyrt rutuna og tikið alt upp aftur og á Reinsarínum, í Perluni og Posthúskjallarin var alt ruddað. Enn eitt marathon var liðugt og vit kundu fara til hús, troytt og vælnøgd.

Men vit hvíla ikki so leingi, tí leygardagin 10.juni er Kvinnurenningin. Og tað er renningin í Føroyum, sum hevur flest luttakarar, heili 1500! So vit koyra á aftur komandi leygardag.

Yvir 2000 myndir eru tiknar, og komandi dagarnar, leggja vit enn fleiri myndir út.

Her er leinki tit greinina um Føroyameistararnar, Hallur hevur skrivað inni á renn.fo:

http://fif.fo/tidindi/andrias-og-hallbjorg-foroyameistar-i-maraton/