Nú er minni enn ein vika, til Tórshavn Marathon fer í gongd. Fyrireikingarnar hava verið drúgvar, tí hetta er tiltakið, sum krevur nógva fyrireiking. Men vit halda at tað hevur gingið væl og vit gleða okkum til leygardagin.

Her er tíðindaskrivið, vit hava sent fjølmiðlunum:

Tórshavn Maraton 2017

 

Í Reykjavík er tað, í Nuuk er tað, í Keypmannahavn er tað, í nógvum býum í øllum heiminum er tað og sjálvandi eisini í Tórshavn. Marathon nummar 15 nærkast og vit bjóða øllum við.

Leygardagin 3.juni fyllist Tórshavnar býur við føroyingum og útlendingum, sum fara at renna maraton, hálvt maraton, hálvt gongumaraton og Heilsurenning. Tilmeldingin hevur verið støðug, síðani hon lat upp í fjør og enn er tilmeldingin opin.

Seinasta ár settu vit markið til 500 og tá var fullteknað og gravgangur var eftir startnummurum. Í ár hava vit økt um luttakartalið og hava sett markið til 750. Rennarar koma úr øllum heiminum til heilt og hálvt marathon, saman við føroyingum, ímeðan føroyingar seta dám á gongu hálvmarathon. Aftur í ár hava vit heitt á Rynkeby súkklarar um at seta dám á tiltakið og súkkla við fremstu rennararnum og at súkkla aftur og fram eftir Kaldbaksvegnum.

Fyri at órógva minst møguligt, er rutan broytt aftur til upprunaligu rutuna, soleiðis at runnið verður frá Vaglinum, yviri við Strond, eftir ringvegnum niðan til R.C. Effersøesgøtu, oman til Skansan og so aftur yviri við Strond, Hvítanesvegin og norðureftir. Vendipunktið til hálvt marathon er beint áðrenn Sund og tey sum renna heilt marathon, renna til Kaldbaks og sama veg heim aftur. Komin til krossin Hvítanesvegur/Ringvegur, skal aftur rennast yviri við Strond og so beina leið niðan á Vaglið.

Startnummar skal heintast í SMS fríggjadagin frá kl. 10 til 18 og leygardagin í Snarskivuni frá kl. 11.00

Heilsurenningin aftur á skránni

Vælkenda Heilsurenningin, ið lá í dvala til í fjør, verður aftur á skránni í ár og verður fyriskipað saman við Fólkaheilsuráðnum. Heilsurenningin er fyri øll, sum vilja út at røra seg og er samstundis, sum Tórshavn Maraton. Teinurin er uml. 5 km. Tilmeldingin fer fram á renn.fo og annars í SMS fríggjadagin 3.juni frá kl. 10.00-18.00.

Latið bilin standa

Startskotið til Tórshavn Maraton og Heilsurenningina verður á Vaglinum leygardagin 3.juni kl. 13.00. Ferðslan verður tí avmarkað í býnum og á vegnum til Kaldbaksbotn og Kaldbak, men fryntlig vaktarfólk standa við síðuvegirnar og hjálpa fegin, um okkurt er. Vit vóna, at so nógv sum gjørligt koma at stuðla teimum sum renna, bæði í býnum og á rutuni annars. Eitt smíl, eitt róp ella klapp ger undurverkir fyri rennaran, so komið út á gøturnar, oman í býin ella onkra aðra staðni á rutuni og latið okkum øll gera hendan dagin til ein veitsludag.

Vit gleða okkum og tit eru vælkomin við út á gøturnar.