Tann 3.juni skipa vit í Bragdinum fyri Tórshavn Marathon og er hetta er 15. ferðin. Eitt marathon er 42,2 km og umráðandi er at gera tað trygt hjá øllum at renna og tí hava vit brúk fyri hjálparfólkum, at standa vakt og at hjálpa til.

Vit høvdu verið sera fegin, um tit settu tíð av til hetta. Vaktirnir skulu verða 18 ár og eldri, men sjálvandi eru yngri meira enn vælkomin við, tí so kunnu tey standa saman við teimum vaksnu. Tað kann bæði verða hugnaligt, og ikki minst stuttligt, at standa vakt og rennararnir hava brúk fyri øllum stuðli, tey kunnu fáa.

Tit kunnu melda til á hesi leinki:

https://bragdid.atgongumerki.fo/info?eventId=355994

Aftaná vaktina, eru øll vælkomin oman í Reinsaríið til ein drekkamunn.

Takk fyri hjálpina 🙂