Í skrivandi stund eru leikirnir annan dagin á rað, í gongd, men nógv góð úrslit vóru fyrra dagin. Eitt føroyskt met í hæddarlopi var sett, tá Teresa Bláhamar leyp 1.50 metur og tað rakk til bronsu heiðursmerki. Silas Wang leyp 1.58 m og fekk silvur í sínum aldursbólki. Karin Holm Simonsen rann ein góðan 800m við tíðini 2.32.62 og Eiri J.Glerfoss rann 80 m hekk og fekk silvur. Hjartaliga til lukku tit øll. Vit skulu tó ikki gloyma øll hini, sum hava kappast. Tey leggja líka nógv fyri og sjálvt um tað ikki røkkur til heiðursmerki hjá øllum, so mennast tey og kunnu brúka úrslitini til at gerast enn betri.

Her eru nøkur úrslit:

http://imars.dk/liveboard/Team?meetId=e681ce7b-8a11-42fe-93b3-2fe728c1476b&teamId=90db2770-5f2b-43dc-8450-233f69fd0fc3&dayNo=0&sortBy=0

Her eru nakrar myndir, sum foreldur og venjarar hava tikið:

Sum siðvenja er, var kvøldmáltíðin etin í Bowlinghøllini í grannalagnum:

Spennandi verður, hvussu fer at ganga hjá Bragdaíðkararnum í dag og vit ynskja øllum bestu eydnu.