Sum siður er, luttekur ein bólkur av børnum og ungum í Tårnby Games, sum er um vikuskifti. Tey fara við Atlantic Airways seinnapartin og í morgin byrja kappingarnar.

Ferðalagið telur, umframt íðkarar og venjarar, foreldur og systkin. Ferðin er altíð væl fyriskipað og tey búgva eitt hanagleiv frá breytini, so skjótt er at koma til og frá.

Her er leinki til síðuna hjá DAF, har Bragdið verður nevnt:

http://dansk-atletik.dk/nyheder/nyheder-2017/2017/05-05-taarnby-games.aspx

Á síðuni er eisini leinki til startlistar og úrslitini, tá tey eru tøk, so tað er bara at fylgja við!

Vit eru spent at frætta, hvussu tað fer at ganga hjá teimum og ynskja øllum allar bestu eydnu 🙂