Renningin í dag, var nummar 31 í røðini. Fyrst koma úrslitini, seinni koma onkrar myndir og frágreiðing.

Úrslitini hjá børnunum eru her:

Úrslit børn flaggdagin 2017

Úrslitini hjá teimum vaksnu, sum runnu við chippi, eru her:

http://app.lap.io/event/2017-flaggdagsrenning/results

Sum vanligt, var eisini liðkapping fyri arbeiðspláss og hesi liðini vunnu:

Kvinnuliðini:

Sopi 2 MBM 54 stig

Hoydalar 67 stig

G4 99 stig

Mansliðini:

Betri M1 24

BankNordik M2 75

Sopi 1  135

Til renningina í ár, høvdu 371 meldað til á netinum og í dag meldaðu seg fleiri børn til.

Takk fyri í dag 🙂