Vit bjóða tykkum øllum við til Flaggdagsrenningina 2017

Renningin er tann 31. í røðini og tilmeldingin er klár.

Eins og undanfarin ár, verður runnið frá Kongabrúnni og til tey vaksnu eru tvær rutur at velja í. Børnini eru eisini vælkomin við og har er býtt upp eftir aldri.

Tilmeldingin er her:

https://app.lap.io/event/2017-flaggdagsrenning

Og frágreiðing um renningina á heimasíðuni, á bjálkanum undir kappingar.

Seinasta freist at melda til renningina, er sunnukvøldið kl 19.30. Start nummur skulu heintast í Snarskivuni sjálvan flaggdagin millum kl 13.00 og 15.00!

Vælkomin til Flaggdagsrenningina 2017