So er aftur felagstúrur á Bragdarskránni og hesa ferð eru vit á Streymoynni. Sjálvan langa fríggjamorgun kl. 9.00 renna vit frá Tórsbreyt til Syðradals, ein túrur, sum er um teir 18 kilometrarnar. Og sum altíð, ber sjálvandi til at stytta sær túrin. Vil onkur renna longri, so ber tað eisini til.

Í Syðradali bjóða bóndahjúnini okkum til góðan morgunmat, har alt er heimagjørt, so vit hava heilt víst okkurt at renna fram ímóti.

Eru tað limir, sum ikki eru á Facebook, og sum hava hug at koma við, sendið so sms til 214804 (Ann) So fáa tit meira at vita um kostnað o.a.

Vit skriva seinni um, hvussu vit gera við skiftiklæðir.

Vit gleða okkum 🙂

Myndin omanfyri er frá einum av teimum góðu felagstúrunum, vit runnu í Vágunum.

(Myndina sum er á forsíðuni, hevur Ólavur tikið og er tikin av netinum)