Føroyingar eru alla staðni, sigst, og hetta vikuskiftið vóru fleiri í Berlin, har BMW ½ marathon var runnið. Berlin marathon, hálvt og heilt, er vælumtókt, bæði tí har er slætt at renna og hýrurin rundan um tiltakið er fantastiskur. Fólk eru alla staðni og týskarar duga so sera væl at skipa fyri, soleiðis at alt koyrir, sum tað skal.

Úr Bragdinum vóru fimm rennarar við, sum vit vita um. Tey vóru brøðurnir Hansen, Eirikur og Andrias, Ann-Mari av Skarði, Regin Mittún og Valborg Heinesen. Eirikur og Andrias gjørdu eina roynd at klára OYL kravið, men tað riggaði tíverri ikki hesa ferð. Valborg, sum mangan hevur runnið seg til okkurt metið, rann hesa ferð á mál, har lítla dóttirin tók í móti henni. Sjálv skrivar hon á Facebook, at tíðin var einki at reypa av, men hon man fara at koma afturíaftur seinni. Ann-Mari og Regin settu bæði pr og vóru sum verða man, vælnøgd.

Myndirnar eru, sum tit síggja, ikki úr Berlin, men eru læntar av netinum.

Í leinkinum niðanfyri, ber til at leita eftir teimum, sum runnu við:

http://results.berliner-halbmarathon.de/2017/?lang=EN