Nýtt í Bragdinum.

Ert tú maður og kundi hugsa tær at orka betri? Vit eru nógv í Bragdinum, sum orka og tíma væl at renna. Men vit tíma eisini væl at fáa fleiri menn at renna og tí hava vit eitt nýtt lið fyri menn, sum vilja koma í form. Tað eru okkara vælkendu Hilmar Høgenni og Arnfinnur Helmsdal, sum fara at leggja renningina til rættis. Vit byrja róligt og arbeiða okkum spakuliga frameftir. Einar góðar renniskógvar og venjingarklæðir er tað einasta, sum krevst.

Hvønn mikudag kl. 17 og leygarmorgnar kl. 8.30 eru teir klárir at fáa tykkum í form. Møtið bara upp og takið vinmannin ella beiggjan við. Tit angra tað ikki 🙂