Leygardagin 3.mars var sætta vetrarkappingin, á Fossánesi. Rutan var broytt í mun til undanfarin ár, so hesa ferð var runnið á asfalti. Hin rutan var bæði asfalt- og lendisrenning og var munandi krevjandi. Veðrið leygardagin var av tí besta og kappingin endaði við at okkara Andrias Hansen vann og hjá kvinnunum vann Rebekka Fuglø úr Treysti.

Bussur koyrdi aftur hesa ferð av Tórsbreyt við Bragdarlimum og túrurin heim aftur var munandi tyngri, tí bussurin var fullur í heiðursmerkjum. 13 heiðursmerki fingu Bragdarrennarar burturúr túrinum 🙂

Grein, sum er á renn.fo er her:

http://fif.fo/uncategorized/andrias-og-rebekka-vunnu-a-fossanesi/

Gutti hevur skrivað greinina og Jóannis  hevur tikið myndirnar.

Liðkappingin er ikki gjørd upp enn og vit bíða spent at vita, hvussu støðan er aftaná vikuskiftið.

Næsta kappingin er 11.mars í Suðuroynni.