Fimta vetrarkappingin av átta, var í dag niðri í Hoydølum. 70 rennarar høvdu meldað til og komu á mál í øllum góðum. Tað sermerkta við hesari renningini er, at bert nakrir fáir metrar av asfalti er undir fótunum og tað er tá runnið verður úr viðarlundini yvir á fløtuna. Og fyri at tað skal verða ordilig lendisrenning, tá píkaskógvarnir og aðrir sonevndir trail skógvar eru tiknir fram, er teppi lagt á asfalti, fyri ikki at oyðileggja píkarnar.

Lat meg byrja við við tí, sum yvirskriftin sigur! Hergerð tók okkum øll á bóli! Vit, sum fylgja væl við renning, hava sæð at hon hevur tikið seg nógv fram, men fá høvdu væntað at hon skuldi gerast nummar tvey í kappingini í dag. Hon rann so sera væl og kom flúgvandi um málstrikuna. Samstundis vann hon gull í veteranbólkinum, har Rigmor hevur verið nokk so trygg tær seinastu ferðirnar, so Hergerð er føroyameistari í Lendisrenning fyri veterankvinnur.

Eisini hjá veteran og superveteran monnum og superveteran kvinnum høvdu vit føroyameistararnar, Regin Zachariasen, Martin Gravesen og Sunneva Olsen. Hans Erland Thomsen sveik heldur ikki og vann gull í dreingjabólkinum. Men fyrst av øllum um málstrikuna, vóru tey bæði úr Treystinum, Jan Elmar Sørensen og Rebekka Fuglø. Teirra sigrar vóru ongantíð í vanda, so stórur var munurin aftur til nummar tvey. Tey runnu sera væl.

Kappingin gekk væl. Fløtan er vát og hevur tað regnað áðrenn, er tað serliga vátt, tí man søkkur longur og longur niður, fyri hvørt umfar. Skjótt er at glíða ella at missa skógvin og tað hendi eisini í dag hjá einum rennara. Tíbetur var turt meginpartin av kappingini og ikki fyrr enn móti endanum, var eitt æl. Tí var tað gott at vit høvdu lænt studentaskúlan, til brúsubað og drekkamunn.

Í dag vóru ikki bara teir “vanligu” rennararnir við. Manningin á Drekanum Reyða hevði øðrvísi venjing í gjár og í dag og ein partur av hesum var at renna við í lendisrenningini.  Fleiri onnur runnu við fyri fyrstu ferð og sjálvt um hetta er ein strævin túrur, vóru tey glað at tey høvdu bjóðað sær sjálvum av.

Heiðursmerkjahandanin fór fram í lærarastovuni, meðan vit nutu ein góðan drekkamunn við vaflum afturvið, sum Bragdarkvinnur høvdu bakað og aðrar serveraðu. Tað er altíð ein hugnalig løta, har prátið gongur so lystiliga.

Einar tveir tímar aftaná kappingarbyrjan var læst og liðugt, og alt var ruddað. Einki tiltak hevði gingið so væl, uttan allar eldsálirnar vit hava í felagnum og tit skulu hava eina hjartans tøkk fyri alla hjálpina í dag. Áðrenn, ímeðan og aftaná.

Næsta kappingin verður á Fossánesi tann 4.mars og Treysti skipar fyri.

Niðanfyri eru dagsins úrslit:

Úrslit frá F.M. Lendisrenning í Hoydølum 4. februar 2017
Dreingir
Plasering Tíð Navn Árg. Felag
1 11.16 Hans Erland Thomsen 2003 Bragdið
2 11.51 Ingi Johannessen 2002 Roysnið
Gentir
Plasering Tíð Navn Árg. Felag
1 11.46 Maria Biskopstø 2002 Treysti
2 12.19 Oddvør Josephsen 2001 Treysti
3 13.59 Vibeka Eihilt Sivertsen 2005 Treysti
Menn
Plasering Tíð Navn Árg. Felag
1 31.29 Jan Elmar Sørensen 1991 Treysti
2 32.54 Andrias Hansen 1982 Bragdið
3 33.11 Julian Gregersen 1998 Treysti
4 33.38 Rúni Seloy 1994 Bragdið
5 34.22 Eirikur Hansen 1980 Bragdið
6 34.36 Martin Gravesen 1967 Bragdið
7 35.36 Dánjal Dahl Ljósheim 2000 Hvirlan
8 35.54 Hallur Holm 1967 Bragdið
9 36.02 Niels Poulsen 1972 Bragdið
10 36.08 Regin Zachariassen 1960 Bragdið
11 37.20 Heini Gregersen 1964 Treysti
12 37.35 Jens R. Weihe 1947 Frælsi
13 38.10 Jóhan E. Simonsen 1969 Bragdið
14 38.29 Meinar Ortind 1990 Onki felag
15 38.52 Arnfinn Johannessen 1965 Roysnið
16 39.37 Herluf Jakobsen 1963 Bragdið
17 40.28 Regin Thomsen 1976 Roysnið
18 40.58 Rógvi Johansen 1997 Bragdið
19 41.46 Eirikkur Joensen 1967 Roysnið
20 41.59 Dan Kruse Thomsen 1970 Bragdið
21 42.03 Helgi Johannessen 1967 Roysnið
22 42.17 Hjalti Gunnarstein 1961 Bragdið
23 42.30 Ken Zachariasen 1977 Onki felag
24 42.46 Páll Højgaard Vesturbú 1961 Hvirlan
25 43.27 Albert Johansen 1966 Frælsi
26 44.14 Terje Hansen 1968 Roysnið
27 44.32 Jakup Joensen 1988 Onki felag
28 44.46 Arnfinnur Helmsdal 1970 Bragdið
29 44.46 Sverri Eriksen 1974 Bragdið
30 47.22 sofus poulsen 1965 Frælsi
31 47.30 Robert Vilhelmsen Bragdið
32 47.30 Ellindur Lydersen 1990 Onki felag
33 48.20 Jákup Klein Hansen 1994 Onki felag
34 50.02 Jógvan Joensen 1984 Onki felag
35 50.17 Tróndur Jensson 1993 Onki felag
36 56.19 Martin Vetter Berg 1984 Onki felag
37 58.35 Sigurđ Simonsen 1992 Onki felag
38 67.26 Regin Jóanesarson 1945 Onki felag
Kvinnur
Plasering Tíð Navn Árg. Felag
1 36.43 Rebekka Fuglø 1993 Treysti
2 40.31 Hergerð Heldarskarð 1968 Bragdið
3 40.48 Rigmor Napoleonsdóttir Arge 1969 Hvirlan
4 41.28 Birna Mohr Joensen 1970 Hvirlan
5 42.26 Ann-Mari av Skarði 1974 Bragdið
6 43.13 Sigrun Kallsoy Kristiansen 1989 Bragdið
7 44.38 Asta Hubeck-Graudal 1980 Bragdið
8 44.41 Ella Áarstein 1964 Treysti
9 45.06 Eydna Weihe 1969 Bragdið
10 45.24 Hallbjørg Danielsen 1973 Roysnið
11 46.09 Astrid Joensen 1967 Roysnið
12 46.28 Birna Abrahamsen 1970 Hvirlan
13 46.45 Petra Mikkelsen 1974 Roysnið
14 47.46 Anna Margit Dalsgaard Thomsen 1989 Bragdið
15 47.56 Jónrit Dalsgaard 1974 Bragdið
16 48.09 Eydna E. Petersen 1973 Hvirlan
17 48.25 Ritha Holm í Lágabø 1980 Bragdið
18 50.44 Adelaid Kirke 1968 Hvirlan
19 51.17 Anna Maria Seloy 1964 Bragdið
20 51.50 Elisabeth Larsen 1968 Bragdið
21 52.58 Sunneva Olsen 1959 Bragdið
22 54.04 Elsibeth Johannessen 1966 Roysnið
23 54.36 Jóngerð Herup Høgnesen 1948 Bragdið
24 54.45 Anna Sofía Kristiansen 1960 Bragdið
25 55.04 Eileen Matras 1971 Treysti
26 57.21 Olga Johannessen 1967 Roysnið
27 59.00 Kathe Klakkstein 1969 Treysti
Menn super veteranar
Plasering Tíð Navn Árg. Felag
1 36.08 Regin Zachariassen 1960 Bragdið
2 37.35 Jens R. Weihe 1947 Frælsi
3 42.17 Hjalti Gunnarstein 1961 Bragdið
4 42.46 Páll Højgaard Vesturbú 1961 Hvirlan
5 47.30 Robert Vilhelmsen Bragdið
6 67.26 Regin Jóanesarson 1945 Onki felag
Menn veteranar
Plasering Tíð Navn Árg. Felag
1 34.36 Martin Gravesen 1967 Bragdið
2 35.54 Hallur Holm 1967 Bragdið
3 37.20 Heini Gregersen 1964 Treysti
4 38.10 Jóhan E. Simonsen 1969 Bragdið
5 38.52 Arnfinn Johannessen 1965 Roysnið
6 39.37 Herluf Jakobsen 1963 Bragdið
7 41.46 Eirikkur Joensen 1967 Roysnið
8 41.59 Dan Kruse Thomsen 1970 Bragdið
9 42.03 Helgi Johannessen 1967 Roysnið
10 43.27 Albert Johansen 1966 Frælsi
11 44.14 Terje Hansen 1968 Roysnið
12 44.46 Arnfinnur Helmsdal 1970 Bragdið
13 47.22 Sofus Poulsen 1965 Frælsi
Kvinnur super veteranar
Plasering Tíð Navn Árg. Felag
1 52.58 Sunneva Olsen 1959 Bragdið
2 54.36 Jóngerð Herup Høgnesen 1948 Bragdið
3 54.45 Anna Sofía Kristiansen 1960 Bragdið
Kvinnur veteranar
Plasering Tíð Navn Árg. Felag
1 40.31 Hergerð Heldarskarð 1968 Bragdið
2 40.48 Rigmor Napoleonsdóttir Arge 1969 Hvirlan
3 41.28 Birna Mohr Joensen 1970 Hvirlan
4 44.41 Ella Áarstein 1964 Treysti
5 45.06 Eydna Weihe 1969 Bragdið
6 46.09 Astrid Joensen 1967 Roysnið
7 46.28 Birna Abrahamsen 1970 Hvirlan
8 50.44 Adelaid Kirke 1968 Hvirlan
9 51.17 Anna Maria Seloy 1964 Bragdið
10 51.50 Elisabeth Larsen 1968 Bragdið
11 54.04 Elsibeth Johannessen 1966 Roysnið
12 55.04 Eileen Matras 1971 Treysti
13 57.21 Olga Johannessen 1967 Roysnið
14 59.00 Kathe Klakkstein 1969 Treysti