VK5 í Hoydølum

Burtur av asfaltinum og komið og rennið á øðrum lendi!

Leygarmorgunin 4.februar er fimta vetrarkappingin og aftur í ár, renna vit í Hoydølum. Runnið verður á fløtuni framman fyri studentaskúlan og inni í viðarlundini, so her er talan um øðrvísi renniundirlag, enn til hinar kappingarnar.  Umframt at hetta er fimti partur av vetrarkappingini, er hetta eisini FM í lendisrenning.

Umhvørvið runnið verður í, er vanliga grønt og vakurt, tí runnið verður á fløtuni við studentaskúlan í Hoydølum og inni í viðarlundini, eystaru megin Hvítanesvegin. So at siga bara nakrir metrar av asfalti, verða undir fótunum.   Tey vaksnu renna 6 ferðir runt, 8 km,  og børnini renna somu rutu, 2 ferðir runt, sum er 2,6 km. Øll byrja samstundis kl. 11. Aftaná renningina ber til at fara í brúsu í studentaskúlanum og so er eisini ein góður drekkamuður at fáa, meðan heiðursmerkjahandanin fer fram.

Øll kunnu vera við, sjálvt um tað eitur vetrarkapping og FM, so tað er bara at halda seg fram at og melda til inni á renn.fo áðrenn fríggjakvøldið kl. 23.00. Tilmeldingin kostar 50 kr fyri vaksin og 20 kr fyri børn og gjaldast skal við tilmelding. Meldast kann eisini til á staðnum leygarmorgunin frá kl. 10.00-10.30, men tá kostar tilmeldingin 100 og 50 kr.

Startnummar skal heinast leygarmorgunin frá kl. 10 í Studentaskúlanum

Vælkomin oman í Hoydalar