Góðu limir

Fyrst av øllum ynskja vit tykkum øllum við familju, eitt gott nýggjár. Og vit gleða okkum til nógvar góðar løtur í nýggja árinum.

Tá eitt nýtt ár byrjar, merkir tað eisini, at limagjaldið skal gjaldast. Í ár hava vit valt at hækka limagjaldið frá 350 kr til 400 kr árliga, fyri børn og vaksin. Børn og ung, sum venja regluliga gjalda harafturat eitt venjingargjald á 100 kr. Húski, har børnini eru yngri enn 15 ár, gjalda einans 900 kr árliga.

Eins og í fjør, skal limagjaldið flytast á konto í Eik : 9181 1271778. Minnist til at viðmerkja navnið.

Limagjaldið skal gjaldast áðrenn aðalfundin, sum er í seinnu helvt av februar.

Limir í Bragdinum, kunnu venja bíligari í Yndi ! Limahaldið í Yndi gevur atgongd til  fitness, rennibond og aðrar maskinur og eisini til liðtímarnar. 

Fleiri upplýsingar um limagjaldið er undir limaviðurskiftið !

 

Felagsmynd