Góðu tit øll.

Vit í nevndini ynskja okkara limum við familju, og øllum øðrum rennarum, sum ikki rennarum, eini góð og hugnalig jól og eitt gott nýggjár. Øllum okkara góðu stuðlum ynskja vit eisini eini gleðilig jól við takk fyri gott samstarv í brátt farna árið.

Vit takka fyri árið, ið skjótt er at enda og gleða okkum til nógvar góðar og ikki minst, stuttligar renniløtur í 2017 🙂

img_0252

Samstundis siga vit frá, at 2.jólamorgun kl. 9.00, møtast vit á Tórsbreyt og tá renna vit til jólatrøini í býnum og hava ein drekkamunn aftaná. Allir limir felagsins eru vælkomnir við.

 

img_0250