Triðja vetrarkappingin úti á Argjum !

Leygarmorgunin kl. 11.00 er rennikapping úti á Argjum. Kappingin er ein partur av vetrarkappingini, sum FÍF, saman við feløgunum, skipar fyri. Kappingin eitur VK3 og vit í Bragdinum skipa fyri. Samstundis er hetta eisini triðju ferð at vit renna úti á Argjum.

Rutan er tann sama, sum undanfarin ár, soleiðis at vit byrja við Skúlan á Argjahamri, renna út til grótbrotið á Glyvursnesi at venda og renna aftur framvið skúlanum. Oman eftir Glyvursvegi til rundkoyringina og síðani niðan til AB húsið, niðan móti einari gøtu, sum gongur yvir til húsini á Kongavarða, framvið húsunum og yvir aftur til skúlan, har málið er. Rutan er uml. 8,9 km. Børnini renna frá skúlanum oman eftir Glyvursvegi  og niðan til AB húsið og somu rutu yvir aftur til skúlan, sum tey vaksnu. Barnarutan er 3,3 km.

Karmur um renningina er skúlin á Argjahamri, har start nummur verða útflýggjað frá kl. 10.00. Eisini er góður møguleiki at skifta har. Øll eru vælkomin við, eisini tey sum ikki eru limir í nøkrum felagið, tó eru tað bara limir í feløgnunum, sum kunnu fáa stig í vetrarkappingini.

Aftaná renningina bjóðar Bragdið kakao og bollar og te ella kaffi, meðan heiðursmerkjahandanin fer fram.

Meldið til her : http://www.atgongumerki.fo/fif/

Renningin kostar 50 kr fyri vaksin og 30 kr fyri børn. Tilmeldingin til VK 3 er opin inni á renn.fo inntil fríggjakvøldið 2.desember kl. 23.00. Startnummarið skal heintast leygarmorgunin í skúlanum á Argjahamri,  frá kl. 10.00 og øll byrja at renna í senn,  kl. 11.00.

Vælkomin við út á Argir.