Í dag hava okkara megnar kvinnur, Ann Thomsen og Sunniva Bjarnastein, fingið handa Fólkaheilsuvirðisløn 2016. Hetta hendi á Fólkaheilsustevnuni og var tað Sirið Stenberg, sum handaði teimum heiðursbræv, blómur og gávukekk.

Á heimasíðuni, folkaheilsa.fo, stendur soleiðis : 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, lat í dag undangongukvinnunum Ann Thomsen og Sunnivu Bjarnastein úr Bragdinum Fólkaheilsuvirðislønina 2016.

Fyrrapartin var Fólkaheilsuráðstevna hildin fyri fullsettum sali í Norðurlandahúsinum. Fyri fyrstu ferð varð serlig Fólkaheilsuvirðisløn latin. Ein dómsnevnd hevur mett um tey tilnevndu og tikið støðu til, hvør ið skuldi hava virðislønina í ár. Í viðmerking sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna:

– Vit eiga at heiðra hesum eldsálum, sum ótroyttiliga gera tað møguligt hjá øðrum at styrkja heilsuna og lívsvirðið. Veruligi vinnarin av tí virðismikla arbeiði, sum hesi fremja, er fólkaheilsan hjá okkum øllum.

Endamálið við at lata Fólkaheilsuvirðislønina er at heiðra tann ella tey, sum hava gjørt eitthvørt tiltak, sum er við til at fremja fólkaheilsuna. Á henda hátt ber til at varpa ljós á tey mongu og ymsu tiltøkini, sum verða gjørd kring landið, og sum eru við til at betra um fólkaheilsuna.

Í grundgevingini sigur dómsnevndin soleiðis:

Dómsnevndin var á einum máli um, at Fólkaheilsuvirðislønin 2016 verður givin undangongukvinnunum Ann Thomsen og Sunnivu Bjarnastein.

Ann Thomsen er forkvinna í Bragdinum og Sunniva Bjarnastein er limur í motiónsbólkinum.

Báðar hesar kvinnur hava ein stóran leiklut í at fáa fólk at røra seg meira. Hetta sæst m.a. aftur í stóru undirtøkuni millum kvinnur úr øllum landinum, sum koma saman til árligu kvinnurenningina, har Bragdið samskipar renningina, gangi ½-maraton og fólkaheilsurenning.

Umframt at skipa fyri rørslutiltøkum í Havnini, so hevur Bragdið eisini stuðlað undir fólkaheilsutiltøkum kring landið í samstarvi við Fólkaheilsuráðið, til frama fyri fólkaheilsuna. Her hava Ann og Sunniva haft týðandi leiklutir.

Arbeitt hevur verið og verður miðvíst árið runt við skipaðum rørslutiltøkum, eisini uttan at tala er um beinleiðis kapping. Fyri ein stóran part er talan um eina kveikingarrørslu til at fáa flest møgulig at røra seg meira. Hetta hevði ikki borið til uttan eldsálir sum Ann og Sunnivu.

Ann og Sunniva hava eisini í fleiri ár skipað fyri rennivenjing fyri kvinnur í øllum aldri, støddum og venjingarstøðu, hvønn hósdag og leygarmorgun í øllum veðrið.

Tey, sum hava innstillað Ann og Sunnivu til at fáa Fólkaheilsuvirðislønina 2016, rósa teimum fyri teirra jaliga lyndi, áræði, áhaldni og fyri at verða góðar í ráðum, tá talan er um rennivenjing.

Her í Bragdinum fegnast vit um heiðurin og gleðast við teimum og ynskja hjartaliga tillukku.

img_0178 kekk-mynd