Veðurfrøðingarnir lova frá stormi, men tað forðar ikki okkara ungdómi at kappast. Hetta vikuskiftið er FM fyri ung á Tórsbreyt, bæði leygardagin og sunnudagin. Ein gyltur møguleiki at verða áskoðari og stuðla okkara ungu, sum fleiri ferðir um vikuna venja uttandura í øllum veðrið.

Tíðarætlanin leygardagin er her :

http://fif.fo/komandi-tilt%c3%b8k/fmung-2016-tidaraetlan-fyrri-dagurin/

Sunnudagin kappast tey eisini og tá byrjar dagurin við skrúðgongu, litríkari skrúðgongu, har Bragdið, Hvirlan, Treysti og Roysnið ganga í takt út á grasvøllin, afturvið einum góðum marsji !

So gott í tykkum ! Latið tykkum væl í og komið á Tórsbreyt 🙂

IMG_3925[1]